Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sálmabók til børn

Børnum dámar væl at syngja, og við Barnasálmabókini verður lagt upp til, at tey skulu sleppa at syngja við!

Í Barnasálmabókini er eitt úrval av upprunaføroyskum og týddum sálmum við vøkrum myndprýðingum eftir Dinu Gellert.

Millum teir 58 sálmarnir í bókini, eru allir teir kendastu og mest brúktu sálmarnir, so syngjast kann úr bókini til eitt hvørt høvi bæði í kirkju, skúla og heima við hús. Børn eisini fáa gleði av sálmunum.

Ætlanin við barnasálmabókini er, at børn skulu fáa gleði av sálmunum, so teir framhaldandi kunnu gerast ein felags mentanararvur hjá komandi ættarliðum.

Lætt og stuttligt hjá børnum at fylgja við

Vøkru myndprýðingarnar gera tað lættari og stuttligari hjá børnum at fylgja við í tekstunum, eisini hjá teimum børnum, sum enn ikki duga at lesa, tí frálíku, tilvitað barnsligu myndirnar hjá Dinu Gellert eru ógvuliga sigandi.

Tak bókina við í kirkju

Tølini, sum standa uppi yvir sálmunum í bókini, eru tey somu, sum í Sálmabók Føroya kirkju. Tí ber væl til hjá børnum at taka Barnasálmabókina við í kirkju og syngja úr henni har.