Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sama pensión sum í Danmørk!

Í orðaskiftinum í sjónvarpinum hóskvøldið varð ynskt, at vit skuldu fáa somu pensiónir sum í Danmørk.

Tað er ein óreingiligur veruleiki, at pensiónir okkara eru lægri enn í hinum norðurlondum. Somuleiðis er tað ein veruleiki, at í ongum øðrum norðurlandi er skattatrýstið á tær lægru inntøkurnar so tungt sum í Føroyum.

Samstundis hava vit eina fyrisiting, sum tykist at hava sum høvuðsendamál at leggja eftir øllum teimum, sum royna at fáa sett góð hugskot í verk, og sum kundu fingið fleiri inntøkur til samfelag okkara.

Men hvat er annað væntandi, tá ið teir sum stýra skulu, ikki seta sær fyri at fáa okkum at standa saman so at vit kunnu klára okkum? Teir seta fót fyri øllum framburði fyri at fáa meir av ódrúgvum posamati frá fátækum dønum.

Tá spurningurin kom um tær lágu pensiónirnar var eingin sum segði, at fortreytin fyri at fáa eins høgar pensiónir her sum í Danmørk, er at tey á teimum ovaru rókunum í Føroyum gjalda skatt í sama mun sum danir. Nei, hetta kom ikki upp á tal!

Tí hvussu hevði staðið til, um so er at vit høvdu eitt samhaldsfast samfelag, eins og tað donsku pensionistarnir búgva í?

Búskaparfrøðingarnir kunnu greiða okkum frá, at so hevði landskassin havt so stórar inntøkur, at vit høvdu kunna lækkað skattin á teimum lágu inntøkunum og goldið hægri pensiónir, og høvdu als ikki havt brúk fyri so mikið sum einum oyra í veitingum úr Danmørk.

Men hesin veruleiki verður ikki tikin upp á tungu í valstríðnum. Við blokkfjepparunum sum kórleiðarum er ætlanin at halda fram við at pína niður okkara pensionistar og hjúkla um tey. sum gjalda minni skatt í Føroyum enn tey høvdu gjørt um tey skuldu verið skattaði eftir donskum skattalógum!

Zakarias Wang

Nýtt Sjálvstýri