Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sambandið kopieraði FF-uppskotið

Dan Klein --- 16.03.2017 - 07:57

Axel Hansen sigur í hesi grein, at uppskotið hjá Sambandsflokkinum til fiskivinnunýskipan í stóran mun er bygt á uppskotið hjá Fiskimannafelagnum.

Axel Hansen, nevndarlimur í FF:

Tað var margháttligt at hoyra Bárð Nielsen, formann Sambandsfloksins, úttala seg eftir framløguna av fískivinnunýskipanini hjá samgonguni.
Bárður Nielsen segði, at hann hevði havt eina løgna kenslu á tíðindafundinum, tí uppskotið hjá samgonguni í stóran mun var eitt bronglað kopi av upprunauppskotinum hjá Sambandsflokkinum.

Men eg má siga, at mín kensla nú er ikki minni løgin, tí í Føroya Fiskimannafelag kunnu vit bara staðfesta, at uppskotið til fiskivinnunýskipan, sum Sambandsflokkurin legði fram 28. november í fjør á týðandi økjum var eitt bronglað kopi av uppskotinum, sum vit í Føroya Fiskimannafelag almannakunngjørdu 10. oktober.

Um tað var tilvitað ella ikki, tað veit eg ikki, men eg haldi, at Bárður Nielsen í hesum málinum heldur seg til alternative facts, sum eru vorðin so populer, eftir at USA fekk nýggjan forseta.

Kopi ella ikki, týdningarmiklir partar av okkara uppskotið hava tó ikki vunnið allan vegin fram í kopieringsgongdini, tí eg eri grundleggjandi ósamdur við samgonguni í tí mesta, sum hon hevur við í síni ætlan um fiskivinnunýskipan.

Okkara uppskot hevur eitt innbygt rættvísi og ásetingar, ið koma øllum samfelagnum til góðar. Bulurin er einfaldur: Onki skal gjaldast fyri sjálvt fiskiloyvið, men ein loyvis/tilfeingisskattur skal gjaldast, tá landað verður. Nýggj rættindi verða lutað út eftir nærri ásettum treytum, sum verða ásettar av einari serligari nevnd – eini tilfeingisbúð. Treytir kunnu millum annað setast til reiðskap, førleikar og virðisøking.

Tilfeingisskatturin verður ein fastur prosentpartur av avreiðingarvirðinum, og støddin á prosentpartinum verður ásett við støði í einum miðalroknskapi fyri hvønn einstakan veiðibólk.
Sostatt verður skatturin grundaður á nøgd á fiski og reelt avreiðingarvirði og ikki á væntanir um nøgd og avreiðingarvirði sum við uppboðssøluni.

Ongin spekulasjón við rættindum er gjørlig, men skipanin eggjar til virðisøking av veidda fiskinum og effektivisering av veiðitólunum. Tí við at brúka ein miðalroknskap sum grundarlag fara skip ikki at klára seg, um tey konstant liggja undir miðal.

Vit hava gjørt nakrar útrokningar við einum tilfeingisskatti á avreiðingarvirði á umleið 10 prosent. Men um vit til dømis taka tað, sum kom inn í uppboðssølu- og tilfeingisgjøldum frá uppsjóvarfiskiskapinum og fiskiskapinum í Barentshavinum í fjør, og rokna tað um, sum um allur flotin rindaði upphæddina, so var tilfeingisskatturin ”bara” á leið 4 prosent.

Axel Hansen
nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag

Niðanfyri eru leinki til nýskipanaruppskotið hjá Føroya Fiskimannafelag og tilfar í tí sambandinum:

http://www.fiskimannafelag.fo/sites/default/files//FF-uppskot%20um%20fiskivinnun%C3%BDskipan.pdf

http://www.fiskimannafelag.fo/sites/default/files//Talva%201%20-
%20loypandi%20tilfeingisskattur_0.pdf

http://www.fiskimannafelag.fo/sites/default/files//Talva%202%20-
%20skatting%20av%20partabr%C3%A6vas%C3%B8lu_1.pdf