Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sambandsflokkurin fer All-in

Sum skilst á fjølmiðlunum, hevur sambandsflokkurin kravt, at Jørgin Niclassen, leggur frá sær. Hetta skrivaði Portalurin og Løgmaður segði meira ella minni beinleiðis, at um fólkaflokkurin einki gjørdi, so gjørdi løgmaður okkurt.

Hetta krav byggir væl á, at sambandsflokkurin meinar, at fólkaflokkurin ikki hevur alternativið at útskriva nýval. Hetta tí at sambandsflokkurin er so tilpas lagaligur, at aðrir flokkar ikki kunnu bjóða Fólkaflokkinum líka nógv. Men soleiðis sum Sambandsflokkurin er farin at tosa um fiskivinnu og sosialan profil í seinastuni, er lagt upp til at fólkaflokkurin skal út, og onkur annar inn í seinasta lagið aftaná nýval. Hetta skal setast upp ímóti vandanum fyri nývali verður útskriva í summar. Helst onkuntíð tá Team Rynkeby er byrja ferðina til París.

Sambandsflokkurin hevur sett fram krav, sum trupult er at bakka frá, uttan at tað ger stóran skaða á trúvirði. Tí má sigast, at frontarnir eru trektir upp. Og vit kunnu byrja at rokna upp á møguleikarnar.

 Sambandsflokkurin hevur neyvan nakran møguleika nú. Teir hava spælt síðsta kortið. Har er eingin møguleiki eftir. Tí er tað fólkaflokkurin, sum hevur øll kortini á hondini, hóast tey helst ikki eru so mong.

Poul Michelsen segði, vísandi til seinastu minnilutasamgongu, at Framsøkn hjálpir ikki Sambandsflokkinum og Tjóveldi og Javnaðarflokkurin, neyvan gjørdu tað heldur.

Hvat kann fólkaflokkurin gera?

1. Flyta Jørgin á annan post.

2. Leggja misálit á Løgmann

Um Jørgin skal ”skifta starv” verður tað ikki uttan kostna! Tá verða stórir kamelar at slúka hjá Sambandsflokkinum. Havi trupult við at síggja eina loysn, sum kann góðtakst. Fólkaflokkurin góðtekur bert eina loysn har Jørgin og flokkurin eru vinnarar!

Tí meini eg, at mest realistiski møguleikin er, at Fólkaflokkurin hevur lisið avgerðina hjá fjølmiðlakærunevndini í málinum millum Norðlýsið og Kringvarp Føroya, og við tí setur fram uppskot um misálit á Løgmann fyri at siga ”ósatt” fyri tinginum og harvið verður sambandsflokkurin taparin. Hetta verður sjálvandi gjørt áðrenn Løgmaður uppsigur Jørgin.

Og skuldi samgongan funnið onkra loysn við Jørgin, fer KVF at halda áfram at spyrja um moralur bert er galdandi fyri Jørgin og ikki Løgmann. Tí er samgongan allarhelst longu farin í søguna.

Sambandsflokkurin fær 4-5 tingmenn til næsta væl og endar í andstøðu. Sanniliga illa telva.

Eivind Jacobsen

strendur