Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samferðslu útbygging og gjald av hesi

Vandi er fyri at vit fáa eitt nýtt Klaksvíks- og harumframt eitt Vágastríð, um Kári P Højgaard ikki steðgar við sínum skaðiliga og fíggindaliga virksemi. Kann Sambandsflokkurin liva við, at farið verður fram á hendan hátt. At almennur peningur verður nýttur at legga lunnar undir at bróta klokkuklárar avtalur um Vágatunnil og Norðoyatunnil?.

Rok tykist hava tikið seg upp, hvør skal gjalda framtíðar samferðsluútbyggingar her á landi. Seinast hava borgarstjórar í Suðuroy lagt seg út í kjakið og hava lagt eftir sínum samstarvsfeløgum norðanfjørðs.

Tað tykir mær, at teirra skriv er sera illa umhugsað.

Skulu milliardir nýtast til at útbyggja samferðslukervið hjá øllum at nýta? Skal gjaldið fyri hesa samferðsluútbygging fyri stóran part gjaldast av nøkrum fáum, ið búgva hinumegin eitt sund ella ein fjørð? Ímeðan tey nógvu, ið búgva í serliga Eysturoy og Streymoy skulu sleppa undan at gjalda?

Tað er púra víst, at ein stórur partur av bæði Vága- og Norðoyatunli verður goldin av fólkum og vinnu, ið búgva burturfrá miðøkinum.

Sjálvur haldi eg, at Sandoyartunnilin skal gerast.

Fólk í Vágum og Norðuroyggjum hava onki ímóti at vera við til at gjalda hesa íløgu - á jøvnum føti við onnur í landinum. Lat tað standa fast. Men tað er blóðórættvíst at seta ein bumm upp, har nøkur økir koma at gjalda sera nógv, í mun til onnur økir, sum sleppa at kalla heilt undan at gjalda nakað.

Politiska skipanin eigur at taka frástøðu frá eini órættvísari loysn. Latið okkum standa saman um at útbyggja okkara samfelagskervi við at øll gjalda fyri hesa útbygging.

Tað sum Kári P Højgaard ger í løtuni við einum sokallaðum tunnilsfelagi, er heilt burturvið. Í Vágum og í Klaksvík rokni eg við, at niðurstøðan er greið:

1 Vit gjalda ikki eina krónu í ein útgoldnan tunnil. Vit nokta at gera fólk í útjaðara til avgjaldstrælir. Vit hava goldið nokk- meira enn nokk – alt ov leingi. Nú má tosið um æviga trælkan halda uppat. Tí tað er longu nú skaðiligt fyri økini.

2 Vit vilja vera við til at gjalda fyri samferðsluútbyggingar eins og onnur her á landi.

Um Kári P Højgaard vil hava ein bumm, kann hann fáa ein, ið ikki skal nýtast skjótt- nevniliga bummin í Vágatunlinum. Hann kann seta hendan upp í t.d Rúnavík – vælgagnist – og forrestin, hevði tú ikki verið sera glaður fyri hendan bumm, Kári. Hevði tað ikki verið frálíkt at farið til bakaran via ein bumm og goldið 30 kr fyri eitt rugbreyð kr + 70 kr í bummgjaldi . Eg rokni ikki við, at bakarin hevði sæð Kára P Højgaard dagliga – kanska ongantíð. Og forrestin kann hann eisini fáa bummin í Norðoyatunlinum – Tey hava eisini goldið nokk.

Nú er nóg mikið Kári P. Højgaard.

Heilsan

Marjus Dam,

Vágar