Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samgongan á vandakós á pensjónsøkinum

Flyta útreiðslur av fíggjarlógini

Politisku inntrivini á pensjónsøkinum hava til endamáls at flyta útreiðslur av fíggjarlógini 2016 yvir í eina aðra almenna skipan - hetta fyri at pynta um úrslitið. Við uppskotinum á pensjónsøkinum verða 42 mió.kr. fluttar av fíggjarlógini, og inngjaldið í AMEG verður hækkað við 85 mió.kr., ið borgarar og vinna skulu gjalda, umframt vanliga skattin og avgjøldini. 

Útrokningar vísa, at ein stakur pensjónistur við ætlaðu broytingunum á pensjónsøkinum hjá samgonguni bara fær 87 kr. meir um mánaðin at liva fyri, og eini hjún fáa bara 100 kr. meir. 

Til samanberingar kann nevnast, at undanfarna samgonga hækkaði pensjónsviðbótina pr. 1. juli 2015 við 350 kr., og gav hetta einum stakum pensjónisti 224 kr. meir um mánaðin at liva fyri, og eini hjún fingu 448 kr. meir um mánaðin at liva fyri. Hetta gav einum stakum pensjónisti 2½ ferð so nógv og einum hjúnum 4½ ferð so nógv. 

Saman við hesum ætlaðu umleggingum hevur samgongan eisini lagt aðrar lógarbroytingar fyri Tingið, ið broyta munandi uppá samansetingina av samlaðu pensjónini hjá Føroya fólki. Hesar broytingar hava við sær, at nakrir bólkar av pensjónistum fáa munandi minni enn áður. 

Latið grundupphæddina í fólkapensjónini fáa frið
Tað er ásett við lóg 315/1995, at fólkapensjónin er ein rættur, ið vit hava sum ein útjavning av vælferðini í Ríkinum, fyri at tryggja sosiala javnvág í samfelagnum.

Grundupphæddin er og hevur verið bulurin í pensjónini í meir enn hálva øld, tí er tað óskiljandi, at samgongan við Javnaðarflokkinum á oddað, ger seg inn á hesa skipanina, ið hevur verið politiskt friðhalga.

Hóast áhaldandi royndir, at fáa eina skilagóða umskipan av pensjónsøkinum, hevur samgongan valt at trýsta málið ígjøgnum uttan fyrilit fyri teimum bólkum av pensjónistum, ið verða hart raktir av hesi umlegging. Tað fer einki av Javnaðarflokkinum og samgonguni, um steðgað verður á í hesum álvarsmáli.

Um samgongan tvíheldur um at umleggja skattafíggjaðu pensjónina til arbeiðstakara og arbeiðsgevara at gjalda, so er kortini møguligt at varðveita grundupphæddina. Tí verður við hesum enn einaferð heitt á samgongulimir, um at velja samstarv í einum so týðandi málið sum hesum, og vil Sambandsflokkurin arbeiða aktivt við at gera eina virðiliga langtíðarsemju um pensjónsøkið í Føroyum.

Skatta- og avgjaldsøði samgongunnar
Samgongan fremur  í óðum verkum á mongum økjum grundleggjandi broytingar í føroyska samfelagnum uttan nakra veruliga viðgerð og vantandi lýsing av avleiðingum.

Harafturat hava so at siga ongi uppskot hjá nýggju samgonguni verið til hoyringar hjá viðkomandi áhugabólkum í samfelagnum. Tá  grundleggjandi broytingar verða framdar í skipanum, sum hava verið galdandi í mong ár, eigur almenningurin at hava hóskandi tíð at siga sína hugsan og meta um avleiðingar.

Góðar orsøkir hava sum oftast ligið aftanfyri galdandi skipanir, og tí eiga stórar broytingar at viðgerast gjølla. Sitandi samgonga hevur, meðan hon var í andstøðu, upp í saman víst á týdningin av fólkaræði, gjøgnumskygni og nærlagni í lógarsmíði. Nú valdið er í teirra hondum, tykjast tey at hava gloymt, hvat tey sjálvi hildu um slík viðurskifti.

Í eini skatta- og avgjaldsøði, sum áður ikki er sædd í Føroyum, hevur samgongan lagt eina røð av uppskotum fram, sum koma at tyngja um gerandisdagin hjá føroyingum. Hóast skattalættin skuldi vera gylta málið, verða lættarnir so dyggiliga tiknir burtur í avgjaldsøðini hjá sitandi samgongu. 

Skatta- og avgjaldsppskotini, sum framyvir koma at tyngja gerandisdagin hjá føroyingum, og sum andstøðan í fíggjarnevndini ikki tekur undir við, eru:

Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin hækkar ½% - kr. 90.000.000
Barnsburðargrunnurin hækkar við 0,09% - kr. 16.000.000
Samdøgursfrádrátturin hjá fiskimonnum uttanlands verður avtikin - kr. 3.000.000
Bensin og dieselavgjaldið á bilar hækkar - kr. 11.200.000
Vektgjaldið á bilar hækkar  - kr. 10.000.000
Grundarupphæddin í fólkapensjónini lækkar - kr. 42.000.000
Heilsutrygdargjaldið hækkar - kr. 4.300.000
Tinglýsingaravgjaldið hækkar - kr. 23.000.000
Umhvørvisavgjald - kr. 500.000
Meirskattur og –avgjøld beinleiðis á borgaran - íalt - kr. 200.000.000                                           

Umframt hesar skattir og avgjøld, har farið verður beinleiðis niður í lumman hjá øllum føroyingum, hevur samgongan valt at leggjast á vinnuna. Við munandi hækkingum í tilfeingisskatti og avgjøldum á fiski- og alivinnuna, skal vinnan í 2016 gjalda omanfyri 350 mió.kr.

Vandin við hesum skatta- og avgjaldsbroytingum og óstøðuga politiska umhvørvinum er, at tað kann steðga búskaparvøkstrinum í samfelagnum. Vandi er eisini fyri, at vinnan minkar um, útsetir ella steðgar møguligum íløgum og útbyggingum, sum aftur hevur við sær, at tað ikki verða skapt fleiri arbeiðspláss.  

Tørvur á breiðum politiskum semjum
Sum heild er vælferðarsamfelagið Føroyar í góðum standi og vælferðarskipanirnar eru vorðnar alsamt sterkari og tryggari. Við verandi gongd verður almenni búskapurin haldførur, har vøksturin í samfelagnum kastar av sær pening til almennar kassar, sum aftur hevur við sær avlop á fíggjarlógini komandi árini.

Pensjónsmálið er alt ov álvarsligt at gerast ein partapolitisk kastibløka. Lat okkum tí seta okkum saman at finna eina góða nýggja pensjónsskipan, ið kann vera við til tryggja haldførið í búskapinum, og sum fer at tæna øllum, bæði núverandi og komandi pensjónistum.

Bárður S. Nielsen 
Formaður Sambandsfloksins og løgtingsmaður