Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samgongan eitt ár: Móti nýggjum málum

Í gjár var eitt ár síðan, at formenninir í Sambandsflokkinum, Fólkaflokkinum og Miðflokkinum undirskrivaðu samgonguskjalið. Koronafarsóttin hevur fylt nógv tað fyrsta árið hjá samgonguni, men fleiri høvuðsmál eru longu avgreidd. Úr rúgvuni kunnu nevnast:

Fólkapensjónisturin fingið fleiri pengar, og tað loysir seg nógv betri hjá honum arbeiða

Ferð er sett á arbeiðið at seta viðgerðartrygdina í verk

Lógin um almannatrygd og tænastur samtykt

 og fiskivinnan er aftur í tryggari legu

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, ásannar, at fyrsta árið hjá samgonguni bæði hevur verið spennandi og avbjóðandi.

“Hetta hevur verið eitt sera hendingaríkt ár. Sjálvandi hevur støðan við korona ávirkað okkara fyrsta ár, men eg eri rættiliga nøgdur við, at vit longu hava avgreitt fleiri stór mál. Vit arbeiða framhaldandi við at røkka teimum málum, vit hava sett okkum fyri í samgonguskjalinum,” vísir løgmaður á.

Í farnu viku viðgjørdi landsstýrið nærri, hvørji mál verða sett út í kortið komandi tíðina. Millum málini, ið ætlanin er at raðfesta, eru:

At betra um bústaðarmøguleikarnir

At tryggja størri virðisøking úr okkara tilfeingi

At seta ferð a grøna orkuskiftið

At bøta um viðgerðartilboðini hjá diabetikarum saman við Novo Nordisk

At fáa betri handilssáttmálar í lag

Og at seta sálarheilsuna á breddan

Her ber til at síggja eitt yvirlit yvir fleiri hendingar hjá samgonguni farna árið.

Á landsstýriseminarinum í farnu viku settu løgmaður og landsstýrisfólkini í stuttum orð á fyrsta árið hjá samgonguni. Niðanfyri eru nakrar útsagnir settar saman á eitt mobilvideo.


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=wPbKFwTVK6M]