Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samgongan fer ímóti fólksins vilja

Ein Gallup kanning, sum fakfeløgini hava umbiðið, vísir, at uppskotini um flatskattin og at skatta pensjónsinngjøldini hava ikki undirtøku millum fólkið. Tvørturímóti, so siga heili 56% av fólkinum, at tey vilja hava pensjónsútgjøld skattað meðan einans 12% siga, at pensjónsinngjøldini skuldu verið skattað.

Hjá teimum, sum sjálvi hava pensjónir, er mótstøðan ímóti uppskotinum um at skatta pensjónsinngjøldini uppaftur størri. 62% av teimum sum hava pensjónir vilja hava pensjónina skattaða við útgjald, 13 við inngjald meðan 25% ikki vita.

Heilir 6 av 10 føroyingum eru sostatt ímóti at broyta pensjónsskattingina, 1 av 10 er fyri tí meðan 3 av 10 vita ikki.

Flatskatturin

Viðvíkjandi flatskattinum, so fær hann minnið og minnið undirtøku millum fólkið. 40% eru sera hart ímóti flata skattinum meðan 7% taka fult undir við honum. Restin er harímillum, men munandi fleiri eru neilig enn jalig viðvíkjandi flata skattinum.

Um hugt verður á einum skala frá 1-10, har 1 er takið als ikki undir við flatskatti og 10 er takið fult undir við flatskatti, so sæst, at undirtøkan er neilig viðvíkjandi flatskattinum, og at flatskatturin hevur minnið undirtøku nú enn í seinasta mánaði. Eisini er vert at leggja til merkis, at tað eru fleiri sum ivast nú enn í november.

Fakfeløgini hava heitt á politiska myndugleikan um at bíða við at taka hesa stóru avgerðir, til tey vita, hvørjar avleiðingarnar vera. Hesum hevur samgongan higartil avvíst.

Fakfeløg hava eisini víst á, at tað gevur ikki meining at broyta pensjónsskattingina nú, og so aftur gera stórar broytingar á pensjónsøkinum um nakrar fáar mánaðir, tá ið pensjónsreformurin skal í løgtingið.

Uppskotini um pensjónsskattin og flata skattin skulu viðgerast í løgtinginum til triðju og seinastu viðgerðina lítlajólaaftansmorgun kl 09:30.