Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samgongan: Fiskidagarnir óbroyttir næsta fiskiár

Samgonguminnilutin í vinnunevndini skjýtur í sínum áliti upp, at fiskidagarnir fyri fiskiárið 2017/2018 verða teir somu, sum vóru ásettir fyri fiskiárið 2016/2017. 

Samgongan tryggjar soleiðis botnfiskaveiðuni undir Føroyum somu karmar at virka undir komandi fiskiár sum í verandi fiskiári. 

Veiðiloyvini, ið liggja til grund fyri fiskidøgunum, fara úr gildi á nýggjárinum. Tí er bara grundarlag fyri at áseta fiskidagarnar restina av hesum árinum. 

Men ásetingin fyri hesar fýra mánaðirnar svarar til ein triðing av fiskidøgunum, sum høvdu verið ásettir fyri alt fiskiárið, um galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap eisini hevði havt gildi næsta ár. 

Tá nýggja lóggávan – fiskivinnunýskipanin – fer at virka á nýggjárinum, verða hinir báðir triðingarnar av fiskidøgunum fyri restina av fiskiárinum ásettir við støði í nýggju lógini. 
Hetta merkir, at hvørt einstakt fiskifar veit sítt fiskidagatal frá 1. september og eitt heilt ár fram, tá Løgtingið í næstum hevur avgreitt fiskidagarnar fyri restina av hesum árinum samsvarandi álitinum hjá samgonguumboðunum í vinnunevndini. 

Sjálvt um dagarnir hesaferð verða ásettir við støði í hvør sínari lóg – onnur galdandi árið út og hin við virknað frá á nýggjárinum – so fer at bera til at taka óbrúktar dagar við sær tvørtur um ársskiftið. Tí tað er avtalað í samgonguni, at dagarnir, sum verða ásettir nú fyri seinasta árstriðing 2017, eisini verða ásettir í nýggju lógini og síðani mótroknaðir dagarnar, sum eru brúktir í ár. 
 
Bjarni Hammer 
Bjørt Samuelsen 
Magni Arge