Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SAMHALD: Ein røð av málum avgreidd undir leiðslu Sambandsfloksins

Á almennum fundi 29. september 2014 setti veljarafelagið Samhald fokus á sosiala profil Sambandsfloksins. At hesin profilur er viknaður, sum mangan verður skotið flokkinum í skógvarnar, vísti seg ikki at vera rætt - tvørturímóti. Ongantíð áður hava bleytu virðini verið so høgt raðfest, sum nú undir leiðslu Sambandsfloksins.

TÍÐINDASKRIV

Seinastu tíðina hevur alment verið funnist at, at ov lítið hendir á sosiala økinum - vantandi sosialur profilur hjá Sambandsflokkinum. Hetta er kortini ikki í tráð við veruleikan.** Rósa Samuelsen, fyrrv. landsstýriskvinna í Almannamálum og forkvinna í Trivnaðarnevnd Løgtingsins, kundi vísa á, at tey seinastu árini eru hesi mál loyst á t.d. almanna-, heilsu- og mentanarøkinum:

•Livikorðskanning í samstarav við Landsfelag Pensjónista og Fróðskaparsetri. Henda kanning vísti m.a., at tað eru pensjónistar, sum ikki hava tað nóg gott

•Eldrapolitikkur gjørdur, eisini í samstarvi við Landsfelag Pensjónista

•Uppfylging av Sjúkradagpeningalógini, hetta fyri at hjálpa fólki so tíðliga sum gjørligt

•Verkætlan um ung arbeiðsleys

•Lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk er samtykt og farin at virka - ein nýskipan um rúmligan arbeiðsmarknað. Sum er ein veruligur reformur, so fólk kunnu koma aftur í vinnu eftir virknisvenjing, tillaga starv ella eftir førimuni. Semja bleiv gjørd við allar flokkar á tingi

•SSP er tvørfakligt samstarv millum myndugleikar og stovnar, ið arbeiða ella hava samband við børn og ung, bleiv sett á stovn. Endamálið við SSP-samstarvinum er, at fyribyrgja og minka um tey fyribrigdi, ið elva til kriminalitet og skaðandi atburð millum børn og ung

•Álit um fyribyrging av harðskapi í parlagi og nærsambondum, sum eisini førdi til økta játtan til kvinnuhúsið. Arbeitt verður við at víðka hesa ætlan til eisini at fevna um seinárin av kynsligum ágangi

•Økt játtan til kvinnuhúsið uppá 250 tús. kr játtaðar til m.a. sálarliga hjálp og ráðgeving

•Mótrokning millum hjún har annar er fólkapensjónistur og hin á arbeiðsmarknaðinum er strikað

•Fólk, sum búgva á røktarheimi (fyrr nevnt bústovnur), fáa nú pensjón og gjalda fyri seg. Fyrr fingu tey bara lummapeningar

•Barnaverndarlógin er dagførd við m.a. herdari fráboðanarskyldu

•Barnahús til børn, sum eru útsett fyri harðskap, herundir kynsligan harðskap

•Barnaumboð sett á stovn, sambært kravi í ST barnarættindasáttmálanum

•Barnabati økta játtan til "Tú og eg ráðgevingina"

•Sorgarbólkurin Berin økta játtan, soleiðis at børn, ið hava mist teirra foreldur kunnu fáa stuðul og linna

•Økt játtan til heimleys/hitastovuna á Herberginum

•Depil til børn og ung við fjølbreki, her í Eysturoy og sum verður tikin í nýtslu í ár

•Vardir bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum, og sum standa lidnir í 2015 í ávikavist Eysturoynni og Norðoyggjum

•16 íbúðir til fólk við sálarsjúku í Tórshavn, og sum eru klárar at taka í nýtslu í ár

•2 mió. kr játtaðar til Fountain House, sum er eitt arbeiðsrættað tilboð til fólk við sálarsjúku, eini 30-40 kunnu fáa gagn av hesum tilboðnum um vikuna

•Eldralóg er samtykt og løgd út til kommunurnar at umsita. Semja er við at koma í hús um tann fíggjarliga partin, sum verður løgt fyri Tingið fyrsta dagin

•Dagtilhald er sett á stovn fyri fólk við dements í Vági og Fuglafirði

•Rehabilitering er sett á stovn í Eysturoynni

•5 mió.kr játtaðar eyka til eldraøkið í ár

•Endurskoðan av tilboðum og skipanum til børn, ung og familjur við serligum tørvi, bleiv gjørd. Úrslitið av hesum arbeiðinum vísti, at neyðugt var at gera nakrar broytingar, sum veruliga munaðu

Hesar broytingar eru hendar, meðan Sambandsflokkurin hevur sitið í landsins leiðslu seinastu valskeiðini og eru flest øll beinleiðis úr valskránni hjá flokkinum. Verður hugt at samgonguskjalinum og valskránni ber til at síggja, hvat flokkurin hevur at vísa á.

Hinvegin eiga vit altíð at raðfesta soleiðis og arbeiða fyri, at játtanirnar fara til tær kjarnutænastur, sum skulu veita borgarunum ein betri dagligdag, og har sum tørvur veruliga er á betringum. Tvs. at játtanirnar eiga at røkka heilt út til endabrúkaran, sum veruliga kann merkja tær betringar, sum verða gjørdar.

Rósa vísti á, at neyðugt var við stórari samanlegging á sosiala økinum. Endamálið við samanleggingini av Almannastovuni og Nærverkinum var, at borgarin skuldi fáa eina betri og meira samanhangandi tænastu og hava eina inngongd at koma koma til tænasturnar og at venda sær til. Fokus skuldi vera á brúkaran.

Stóra avbjóðingin er at fáa hetta at virka, tí tað krevur hugburðsbroyting og samstarv. Avbjóðingin er, at borgarin skal fáa eina tænastu, sum ger at tað er daglidagurin hjá borgaranum, sum skal í miðdepilin.

Við verkætlanini tí "Góðu tilgongdini", sum er eitt samstarv millum Autismufelagið, Almannamálaráðið, Mentamálaráðið og Heilsumálaráðið, er veruligur skjøtil settur á, hvussu borgarin skal tænast.

Fólk, sum búgva á sambýlum skulu fáa eitt sosial-pedagogiskt tilboð, so tey kunnu hava eitt so virkið lív sum gjørligt. Í hesum sambandi er ein royndarverkætlan sett á stovn við BPS (borgara stýrdum stuðli), sum ætlanin er, skal setast á stovn, eftir føroyskum viðurskiftum.

Lógaruppskot er til hoyringar um at tryggja tær tænastur, sum verða veittar á sambýlum og á verkstøðum.

Framhald ….

Samhald

Johan Petersen, formaður