Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samhald - nýggjan formann

Veljarafelag Sambandsfloksins í Eysturoynni, Samhald, hevur fingið nýggjan formann.

Nýggi formaðurin, sum varð valdur á aðalafundi í gjárkvøldið, 22. februar 2016, eitur Hans Kristian Abrahamsen. 

Hans Kristian hevur verið nevndarlimir og næstformaður í nøkur ár í Samhald, so hann hevur kunnleika, innlit og royndir við arbeiðinum í lokala veljarafelagnum.

Formaðurin ætlar at hava eitt virkið lokalfelag við tiltøkum og átøkum av ymiskum slag, og sum kann verða við til at knýta veljararnar tættari at Sambandsflokkkinum.

Til næstformann varð valdur Niclas Davidsen.

Undanfarnið formaðurin, Johan Petersen, verður nú vanligur nevndarlimur í Samhald.

Sambandsflokkurin