Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SAMHALD: Vælferðarøkið munandi uppraðfest undir leiðslu Sambandsfloksins

Á almennum fundi 29. september 2014 setti Samhald fokus á sosiala profil Sambandsfloksins. At hesin profilur er viknaður, sum mangan verður skotið flokkinum í skógvarnar, vísti seg ikki at vera rætt - tvørturímóti. Ongantíð áður hava bleytu virðini verið so høgt raðfest, sum nú undir leiðslu Sambandsfloksins.

TÍÐINDASKRIV

Mangan hevur tað verið skotið Sambandsflokkinum í skógvarnar, at flokkurin hevur mist sín sosiala profil ella at hesin profilur er viknaður nógv, meðan flokkurin hevur verið í samstarvi við Fólkaflokkinum meginpartin av seinastu tveimum valskeiðunum.

Fyri at fáa greiðu á, um hetta páhaldið hevði grund í veruleikanum, setti veljarafelagið Samhald fokus á hetta evnið.

Rósa Samuelsen og Lisbeth L. Petersen løgdu fyri

Fyri at fáa eina greiðari mynd av støðuni, hevði Samhald fingið Rósu Samuelsen, sum sat sum landsstýriskvinna í Almannamálum í fyrra valskeiðnum 2008-2011 og Lisbeth. L. Petersen, fyrrverandi forkvinnu Sambandsfloksins og sum hevur verið ein av atfinningarsomu røddunum um júst viknaða sosiala profil floksins, at leggja upp til orðaskifti.

Eftir at Johan Petersen, formaður Samhalds, hevði boðið teimum umleið 20 uppmøttu vælkomnum og greitt frá um fundin og hví fokus bleiv sett á júst hetta evnið, legði Rósa fyri.

Vælferðartænastur

Føroyar hava valt eina fólkaræðisliga vælferðaskipan, sum merkir, at øll eiga at hava atgongd til almennar vælferðartænastur – uttan mun til inntøku, bústað og annað.

Sambandsflokkurin ynskir eitt samfelag, sum rúmar øllum samfelagsborgarum – nakað, sum er grundleggjandi neyðugt fyri, at fólk vilja virka og búleikast í Føroyum.

Føroyar kappast á vælferðarøkinum við onnur lond, og kunnu vit ikki sum samfelag tryggja eins góðar vælferðartænastur, sum í øðrum londum, so er vandi fyri fráflyting og vantandi tilflyting.

Uppraðfest frá 72 til 81 % av samlaðu fíggjarlógini

Sambandsflokkurin ynskir tí framhaldandi at styrkja og brúka neyðugan pening til sosialar kjarnutænastur, sum Menta- og útbúgvingarmál, Heilsumál og Almannamál, soleiðis at eingin skal ivast í, hvat flokkurin stendur fyri á vælferðarøkinum.

Tey seks árini Sambandsflokkurin hevur sitið við landsins leiðslu, er játtanin til Menta- og útbúgvingarmál, Heilsumál og Almannamál hækkað við 382 mió. kr., ikki íroknað Heilsutrygd fyri tíðarskeiðið 2009-2014.

Í 2008 vóru hesi øki 72% av rakstrinum av samlaðu fíggjarlógini (frároknað løgur) og í 2014 eru hesi øki heili 80,8% av fíggjarlógini, eftir at vit seinastu árini hava uppraðfest hesi øki.

Harafturat hevur Sambandsflokkurin eisini hækkað ríkisveitingina.** Rakstrarjáttanin hækkað við hálvari mia. í tíðarskeiðnum 2008-2014

Her eru sosial tøl, sum tala:

Hægri raðfesting á sokallaða vælferðarøkinum 382 mió. kr. síðani 2009 og 495 mió. kr. síðani 2008:

- Mentamál&Útbúgving 868 mió. kr. í 2009 og 965 mió. kr. í 2014 mió.kr. Hægri raðfesting 97 mió. kr.

- Heilsumál 745 mió. kr. í 2009 og 971 mió. kr. í 2014 - meirjáttan uppá 226 mió. kr. minus Heilsutrygd 134 mió. kr. Hægri raðfesting uppá 92 mió. kr.

- Almannamál 1,557 mia. kr. í 2009 og 1,750 mia. kr. í 2014. Hægri raðfesting 193 mió. kr.

Vit muga heldur ikki gloyma, at fyri at hava neyðugan pening at seta av til sosialar tænastur, er neyðugt við inntøkum og vælstandi gjøgnum búskaparvøkstur

Sosialar tænastur

Sosialu tænasturnar eru nógv mentar seinastu árini, men tað hevur eisini havt við sær, at hetta økið er vorðið sera útreiðslukrevjandi – bæði tá talan er um rakstur, lógarbundnar útreiðslur og íløgur. Vælferðarskipanin er eisini komin undir serligt trýst orsakað av hallinum á fíggjarlógini o.a.

Í djúpastu kreppuni, sum eisini herjaði hjá okkum, var Rósa landsstýriskvinna í Almannamálum, og tað var ikki altíð stuttligt, men hon helt, at tað var tvingandi neyðugt at eftirhyggja, hvørjar tænastur vóru veittar og ikki minst ….. fekk borgarin nú tær tænasturnar, sum tey vóru mett at hava tørv á.

Uppraðfestingar og menning

Eitt, sum Rósa er fegin um, er, at síðan okkara flokkur kom í landsins stjórn, eisini undir fíggjar- og búskaparkreppuni, hava vit játtað hundraðtals milliónir í hægri raðfestingum í rakstri, samstundis sum gjørdar verða risaíløgur innan Mentamál&útbúgving, Heilsumál og Almannamál. Hesar raðfestingar undirbyggja, at vælferðarøkið er eitt av okkara politisku hjartamálum.

Við núverandi halli á fíggjarlógini verða tær størstu avbjóðingarnar á sosiala økinum at varðveita verandi tænastustøðið. Fyri at kunna gera hetta, verður neyðugt at fremja broytingar - tann størsta broytingin verður nokk hugburðsbroyting. Men umleggingar og rationaliseringar eru neyðugar.

Vit mugu til at raðfesta og samstundis gera neyðugar íløgur, tá talan er um bústaðir og sosial tryggjaði menningar- og virknistilboð. Harafturat verður neyðugt við nógv betri samskipan millum t.d. Almannaverkið og Heilsuverkið og Mentamál.

Eldralóg og rehabilitering

Landsstýrið hevur gjørt eina eldralóg, soleiðis at ongin ivi í framtíðini verður um, hvørji rættindi og skyldir okkara eldru hava.

Endurvenjing, sum er eitt av okkara størstu hjartamálum, og sum fleiri túsund fólk, kunnu fáa gleði av, er ein týðandi táttur at hjálpa fólki at fáa eitt virðiligt og eftir umstøðunum sjálvstøðugt lív, eftir skaða- og sjúkratilburð.

Framhald ….

Samhald

Johan Petersen, formaður