Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samlaðu útreiðslurnar til húsaleigu 42,3 mió kr. árliga

Henrik Old, landsstýrismaður  svarar upp á skrivligan fyrispurning nr. 45/2015 eftir tingskipanini § 52a, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, um almennar húsaognir kring landið

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Kann landstýrismaðurin upplýsa fermetratalið á almennum húsaognum við virksemi, býtt á tær seks sýslurnar í Føroyum?

2. Samlaða fermetratalið á leigaðum húsaognum, nýttar til alment virksemi, og leiguútreiðslurnar, sum tað er í hvørjari av teimum seks sýslunum?

3. Fermetratalið á sjálvsognarstovnum í sýslunum, har landið rindar kostnaðin?

Svar

Til spurning 1 
Landsins bygningar, eini 185 í tali, fevna um 234.200 fermetrar samanlagt. Fermetrar lutaðir út á sýslur í Føroyum, eru soleiðis:

Suðuroy         15.764
Sandoy              830
Vágar                      512
Streymoy        184.340
Eysturoy           5.740
Norðoyggjar 27.014

Bygningarnir verða búktir til skrivstovur, skúlar, sambýli, sjúkrahús, smiðjur, søvn, goymslur og annað. Í einstøkum bygningum er lítið virksemi.

Til spurning 2
Sambært leiðslukunningarskipanini eru samlaðu útreiðslurnar til húsaleigu 42,3 mió kr. árliga. Landsverk arbeiðir við málinum um at skráseta allar leigusáttmálar landsins.

Til spurning 3
Samlaða fermetratalið er 14.079 á sjálvsognarstovnum, har landið rindar kostnaðin. Hetta eru sambýli kring landið. Hetta er partur av bygningshópinum, sum Landsverk varðar av.

Tinganes, 29. apríl 2016

Henrik Old
landsstýrismaður