Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samráðingar um svartkalva

Føroyar, Ísland og Grønland hava tikið samráðingarnar um fiskiskapin eftir svartkalva uppaftur. Fundur var í Nuuk í seinastu viku, har partarnir umrøddu eina regulering av fiskiskapinum við støði í stovnsmetingunum av stovninum. Partarnir umrøddu eisini, hvussu heildarkvotan skal lutast millum londini.

Partarnir komu ikki til nakra niðurstøðu á hesum sinni. Nýggjur fundur er settur at verða í Keypmannahavn 15. juni.

Svartkalvi við Føroyar, Ísland og við Eysturgrønland er ein felags stovnur. Hóast ICES seinastu árini hevur mælt til, at fiskiskapurin ikki er yvir 5.000 tons, hevur heildarveiðan ligið millum 20.000 og 30.000 tons. Miðskeiðis í nítiárunum vóru samráðingar millum londini um eina felags umsiting av stovninum, men málið datt niðurfyri.

Í 2008 og 2009 vórðu samráðingarnar tiknar uppaftur, og tað var í framhaldi av teimum, at fundurin var í Nuuk í seinastu viku.