Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, harmast um gongdina.

Samráðingarnar um makrel endaðar úrslitaleysar

Samráðingarnar um makrel millum strandarlondini Føroyar, ES, Ísland og Noreg, sum byrjaðu mánadagin í Clonakilty í Írlandi, eru endaðar uttan at tað eydnaðist at fáa semju um, hvussu makrelurin skal býtast.

Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, harmast um gongdina. Vit ynskja sjálvsagt, at ein avtala verður gjørd um makrelin, soleiðis at stovnurin kann verða burðardygt umsitin. Jákup Mikkelsen staðfestir tó, at Føroyar sjálvsagt ikki kunnu góðtaka at gera eina avtalu, sum ikki gevur Føroyum ein nøktandi part.

Gongdin seinastu árini hevur prógvað, at sera nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi um summarið. Hetta sæst aftur bæði í fiskiskapinum og í teimum kanningum, sum eru gjørdar. Makrelur leitar í føroyska sjógv á vári at finna sær føði, og stovnsstøddin í vekt økist munandi hetta tíðarskeiðið.

Føroyar hava undir samráðingunum sett fram krav um part av makrelinum grundað á hesi viðurskifti, men Føroyar hava ikki fingið undirtøku fyri sínum kravi. Undir samráðingunum løgdu ES og Noreg saman uppskot á borðið, men býtið av heildarkvotuni, sum ES og Noreg skjóta upp, er langt frá føroyska kravinum. Tí var ikki grundarlag fyri at halda áfram við samráðingunum. Hartil standa partarnir í løtuni ov langt hvør frá øðrum.

Í løtuni kann tykjast trupult at hóma eina loysn um býti av makrelinum fyri 2012, men strandarlondini hava tó avrátt at hittast til enn eitt samráðingarumfar tíðliga komandi ár. Jákup Mikkelsen staðfestir, at skula komandi samráðingarnar bera á mál, er neyðugt, at ES og Noreg viðurkenna broytingarnar í útbreiðsluni av makrelinum, og at Føroyar eiga ein rættvísan part av makrelstovninum.