Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Nú í farnu viku hevur Heðin Mortensen, borgarstjóri, vitjað øll ellis- og røktarheim í býnum. Eins og við virkisvitjanum verða eisini slíkar stovnsvitjanir gjørdar fyri framhaldandi at betra um tænastuna til allar borgarar í kommununi. 

 Tikið hevur verið samanum hetta tíðarskeiðið, síðan kommunan yvirtók eldrarøktina frá tí almenna.

 Roynt verður at fáa tættari tilknýti til og beinleiðis samstarv millum ovastu leiðsluna og umsitingina øðrumegin, og stovnarnar hinumegin, til tess at politikkarar og umsiting kenna umstøðurnar hjá stovnunum betur og skjótari kunnu taka avgerðir.

 Ein liður í hesum arbeiði er at vitja ellis- og røktarheim í Tórshavnar kommunu og seta seg inn í teirra gerandisdag og umstøður annars. Kjakið snýr seg í stóran mun um rakstur og viðlíkahald og samskifti millum stovnarnar og aðrar kommunalar eindir.

 Í farnu viku vitjaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, Boðanesheimið, Eldrasambýlið Oman Mattalág, Ellisheimið, Umlættingarheimið, Eldrasambýlið Oman Hoydalar, Lágargarð og Tjarnargarð.

 Á øllum støðum varð prátað við leiðslu, starvsfólk, búfólk og húsavørðar um arbeiðið og umstøðurnar hjá stovnunum.