Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samskipan og miðvís marknaðarføring kann vaksa um maritimu tænastuvinnuna

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum hevur í dag fingið handað frágreiðing, ið greinar og lýsir møguleikar at vaksa um maritimu tænastuvinnuna í Føroyum. Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur tikið stig til og fíggjað frágreiðingina, sum Oljuvinnufelagið hevur staðið fyri. Syntesa hevur gjørt frágreiðingina.

Frágreiðingini sigur m.a., at virksemi innan maritimar tænastur er vaksandi í Føroyum. Mett verður at í 2015 var samfelagsbúskaparliga inntøkan frá maritimum tænastum millum 330 og 430 milliónir krónir um árið, umframt 150 mió. kr. í avleiddum vinnum. Umleið 340 ársverk eru knýtt at maritimum tænastum til útlendsk skip, og verða avleiddar vinnur tiknar við, so er talan um yvir 800 ársverk.

Seinastu árini hava fleiri skip lagt leiðina inn um føroyskt sjómark, tí norðurleiðirnar verða alsamt meira brúktar, og alt bendur á, at hendan ferðslan fer at vaksa enn meir í framtíðini. Vinnan í Føroyum kann byggja víðari upp á tær royndir, ið er fingnar, eitt nú frá arbeiðinum við West Hercules og Arctic Lady. Sannlíkt er, at fleiri uppgávur av hesum slagi kunnu koma í framtíðini. Fleiri inntøkur kunnu eisini fáast frá útlendskum ferðamannaskipum við at bjóða møguleika fyri av- og ámynstring, umframt proviantering. Longdi flogvøllurin í Vágum merkir at reglusemi í flogferðsluni ikki longur er nøkur forðing í hesum sambandi.

Men maritima tænastuvinnan kann vaksa enn meira, um fyritøkur arbeiða saman og við eini meira miðvísari marknaðarføring av Føroyum sum maritimum tænastudepli. Fyri at skapa størri kunnleika um føroysku serkunnleikarnar úti í heimi, má meira gerast burturúr beinleiðis marknaðarføring og sølu. Eitt nú við at fara á søluferð til kundar og bjóða teimum til Føroyar. Við meira samskipan kann vinnan átaka sær størri arbeiðsuppgávur, og henda samskipan kann gerast umvegis ein talgildan portal, eins og onnur lond nýta at samskipa maritimar arbeiðsuppgávur.

- Samgongan hevur sum mál, at Føroyar skulu mennast og marknaðarførast sum maritimur tænastudepil, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

- Frágreiðingin er liður í hesum arbeiði. Frágreiðingin er sera áhugaverd, og hon vísir á møguleikar og kósir, vit kunnu leggja fyri at vaksa um virksemið og menna Føroyar sum ein maritimur tænastudepil. 
 
1. mai skipar Oljuvinnufelagið fyri almennum tiltaki í Vinnuhúsinum, har frágreiðingin verður løgd fram.
Sí frágreiðingina: Sjóvinnu veitingar - Støðulýsing og vinnumøguleika: http://cdn.lms.fo/media/9528/sjóvinnuveitingar-støðulýsing-og-vinnumøguleikar.pdf