Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samstarvið við Grønland styrkjast

Løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin Gunnar Bragi Sveinsson eru á einum máli um, at Ísland og Føroyar skulu gera sítt til at styrkja sambandið við Grønland á handilsøkinum. Hetta var ein av niðurstøðunum á fundinum í Reykjavík seinnapartin millum løgmann og íslendska uttanríkisráðharran í Hoyvíksráðnum.

-Bæði íslendingar og føroyingar hava áður havt á lofti, at tað verið skilagott at bjóða Grønlandi at gerast partur av Hoyvíkssáttmálanum. Á fundinum í dag varð møguleikin aftur umrøddur, og báðir partar eru sinnaðir at styrkja samstarvið við Grønland. Vit miðja ímóti, at grønlendski landstingsformaðurin Aleqa Hammond verður eygleiðari á næsta fundi í Hoyvíksráðnum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.

Løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin umrøddu eisini onnur mál á fundinum seinnapartin. Millum annað varð nomið við avbjóðingarnar á landbúnaðarøkinum og møguleikarnir í arktiska samstarvinum.

Løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin hava eina ferð um árið fund í Hoyvíksráðnum. Hoyvíksráðið er karmurin, har løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin umrøða felags viðurskifti í Hoyvíkssáttmálanum.