Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Turið Mørkøre, professari á NMBU, og Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á P/F Fiskaaling

Samstarvsavtala millum NMBU og P/F Fiskaaling

Altjóða samstarv: Jóhanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling, hevur undirskrivað samstarvsavtalu millum NMBU (Norges miljø- og biovitenskapelige universitet) og P/F Fiskaaling. Endamálið er at lata upp fyri møguleikum at samstarva um gransking, starvsvenjing og vitanardeiling. Eisini starvsfólk fáa møguleika at virka í longri ella styttri tíð hjá hjørjum øðrum. Talan er um eitt sokallað memorandum of understanding.

NMBU er ein altjóða viðurkendur fróðskapar- og granskingarstovnur, sum m.a. umfatar aling, umhvørvi, burðardygga menning, fólka- og djóraheilsu, veðurlagsavbjóðingar, varandi orkukeldur, matframleiðslu umframt økis- og tilfeingisumsiting.

Fiskaaling bjóðar lesandi frá NMBU at gera størri og smærri granskingaruppgávur á Fiskaaling í Føroyum, meðan starvsfólk frá Fiskaaling kunnu luttaka á eitt nú EVU-skeiðum á NMBU.

”Vit vænta, at samstarvið fer at gagna Fiskaaling og menning av føroyskari aling á fleiri økjum – ikki bara sum fyritøka, men eisini einstøku granskararnir hjá okkum fáa við hesum serligar møguleikar at styrkja og menna sínar førleikar í einum viðkomandi umhvørvi. Hinvegin haldi eg eisini, at NMBU fær gagn av teirri serfrøði, sum Fiskaaling kann bjóða,” sigur Jóhanna Lava Køtlum, stjóri, í eini viðmerking.

Avtalan er galdandi fyri 5 ár, og kann síðani leingjast við nýggjum 5 ára skeiðum, um partarnir semjast um hetta.