Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samstarvsfelagar hjá Føroya Fornminnissavni skapa stórtíðindir

 Uttan at seta spakan í moldina, men við at nýta loftmyndir og georadar, er tað eydnast einum toymi av granskarum at finna ein rómverskan gladiatorskúla 20 km eystan fyri Wien. Hetta er einasti av sínum slag í Norðureuropa.  

Eftir innbjóðing frá Føroya Fornminnissavni hevur Wolfgang Neubauer, professari við lærda háskúlan í Wien og leiðari fyri altjóða granskingartoyminum aftanfyri henda týdningarmikla fund, verið í Føroyum í summar og kannað møguleikarnar fyri einum verkætlanarsamstarvi við atliti at at nýta framkomna tøkni her í oyggjunum. Arbeitt verður í løtuni við at fáa við at fáa samstarvsverkætlanina formliga upp á pláss.