Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samtak skjalið

Samtak skjalið Komandi fýra árini eru rættiliga týdningarmikil og vera avgerandi fyri, hvørjar Føroyar politiska landslagið ynskir at byggja. Tað eru nógv vegamót fyri framman, nýggjur fiskivinnupolitikkur skal orðast, nýggj kommunuskipan skal setast í gildi, nýggj fyriskipan fyri fólkaskúlan skal gerast og ein broyting á pensjónsøkinum stendur ovarlaga á listanum yvir øki, sum væntandi vera broytt. Onnur arbeiðsmarknaðarlig og sosialpolitisk mál eru, sum treingja til dagføringar.

Feløgini í Samtak ynskja at seta nøkur av hesum málum umframt onnur við á politisku dagsskránna, og hava niðanfyri skrivað ynski okkara til eitt komandi løgting og samgongu. Vit vóna, at valevnini og flokkarnir vilja arbeiða fyri hesum valynskjum, sum vit halda kunna gera Føroyar til eitt betri, rúmligari og rættvísari samfelag at búgva í.

Feløgini í Samtak takkar fráfarandi løgtinginum og landsstýri fyri gott samstarv, og ynskir øllum valevnum og flokkum góða eydnu í valstríðnum.

Vit vóna framhaldandi at kunna samstarva við allar flokkar um mál, sum hava stóra ávirkan á gerandisdagin hjá limum okkara.

Tórshavn 24. oktober 2011

vegna Samtak,

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag

Jastrid W. Niclassen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Arthur Guðjónsson, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag

1. Gerast skal ein arbeiðsmarknaðardepil, sum inniheldur allar skipanir, sum arbeiðsmarknaðurin varar av. Sum partur av arbeisðmarknaðardeplinum eigur eitt nú at vera Als, Barnsburðarskipanin, Samhaldsfasti, vinnusjúkugrunnurin, frítíðargrunnurin og fasti gerðarrætturin.

Løntakarar skulu verjast betur í lóg og hava krav um hoyring, grundgeving og skjalainnlit í egin starvsfólkamál.

2. Arbeiðsskapandi tiltøk skulu setast í verk um alt landið fyri at minka um ovurstóra arbeiðsloysi. Serlig tiltøk skulu gerast í mun til ávísar aldursbólkar. Arbeiðsgevarar mugu eisini stuðlast í at taka lærlingar, og arbeiðast má fyri at fáa skipaða førleikamenning, og formliga viðurkenning av arbeiðsroyndum hjá fólki.

Allur fiskurin, sum kemur upp á land, skal tilvirkast har tað er gjørligt.

3. Arbeiðseftirlitið og skipaeftirlitið skulu styrkjast munandi, so hesir stovnar fáa røkt sína eftirlitisskyldu, ráðgevingar- og upplýsingarskyldu til fulnar, umframt at skipa fyri skeiðum um góð og trygg arbeiðspláss.

Tað var eitt mistak at leggja Arbeiðseftirlit og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna saman. Hesir stovnar mugu skiljast sundur sum skjótast, og skulu samanleggingar vera, so eiga Arbeiðseftirlitið og Skipaeftirlitið heldur at leggjast saman, tí virksemi hjá hesum báðum stovnum líkist munandi meir enn virksemi hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum fæst við heilsufrøði meðan hinir báðir fáast við trygd og trivnað hjá arbeiðsfólki.

4. Arbeiðsgevarar skulu stuðlast í at taka fólk við skerdum førleikum í starv. Øll almenn arbeiðspláss, sum hava fleiri enn 15 starvsfólk, skulu binda seg at taka fólk í vard størv.

5. Frítíðarílønin skal hækkað til 13,5%, so tað svarar til frítíðina, sum fólk í veruleikanum halda, eftirløn skal leggjast omaná alla frítíðarlønina.

6. Kappingareftirlitið skal styrkjast og eitt príseftirlit skal gerast partur av virkseminum hjá kappingareftirlitinum. Møguleikarnir hjá bankunum at krevja ávís ovurstór brúkaragjøld mugu avmarkast. Tað skal t.d. ikki kosta at taka pening út av lønarkonto.

7. Fiskiloyvi skulu vera treytað av, at sáttmálarnir hjá manningarfeløgunum verða fylgdir, og útlendingar sum sigla við føroyskum skipum skulu fylgja somu sáttmálum sum føroyingar. Verður hetta brotið skal tað revsast við bót, men endurtekur reiðarí eitt brot kann fiskiloyvi dragast inn.

8. Gerast skulu lógir sum forða fyri privat spekulasjón í ogn Føroya fólks. Ansast má eftir, at tað almenna ikki missir ognarrættin á tí, sum vanliga verður mett sum ogn Føroya fólks, hetta eru t.d. fiskiloyvi, aliloyvi, jørð, olja og annað náttúruríkidømi.

9. Landsskatturin skal framhaldandi vera lutfalshækkandi og henda meginregla eigur at styrkjast.

Neyðugt er at broyta kommunuskattaskipanina, so at hon eisini er lutfalshækkandi. Kommunuskattur er vorðin ein alsamt størri partur av samlaða skattinum hjá fólki og er hækkaður so hvørt landið leggur fleiri uppgávur út á kommunurnar, tí er rætt at broyta skipanina. Tað eigur at vera sama kommunuprosent, óansæð hvar í landinum tú býrt.

10. Ein nýggj og dagførd forsorgarlóg skal smíðast og setast í gildi í seinasta lagi í 2013.

Henda lóg skal avloysa donsku forsorgarlógina frá 1988, ið upprunaliga varð gjørd í 1967. Forsorgarlógin er gomul og ótíðarhóskandi og hjálpir ikki nóg væl fólki, ið hava tørv á hjálp frá tí almenna. Nýggja forsorgarlógin má taka hædd fyri tí tørvi, sum ein familja í dag hevur. Sum minsta mark, má grundarupphæddin í forsorgarlógini dagførast og barnagjald, og onnur gjøld hækkast munandi. Almannaveitingar mugu hækkast við 3,5% um árið fyri at hesar ikki vera afturúrsigldar í mun til lønarlagið annars. Útlendingar í Føroyum mugu tryggjast betri í fyritíðar- og pensjónslóggávuni. Í nýggju forsorgarlógini skal eitt fátækramark ásetast.

11. Sjúkradagpeningalógin eigur at broytast soleiðis at fólk við langtíðarsjúku – eitt nú krabbameini og líknandi álvasomum sjúkum - skulu kunna vera undir sjúkradagpeningaskipanini í upp til 3 ár.

12. Stakir forsyrgjarar, sum eru lesandi, skulu hava dupultan lestrarstuðul og barnapeningurin hjá øllum støkum uppihaldarum skal hækkast til 2000 kr um mánaðin. Lestrarstuðulin eigur at vera veittur í 12 mánaðir í árinum og ikki 11 sum nú.

Øll sum fara í miðnámsskúla og á hægri lestur skulu hava útbúgvingarstuðul, hóast tey ikki eru fylt 18 ár.