Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Samtykkið nú epidemilógina!

Mikudagin hoyrdi eg formannin í Politistafelaginum heita á landsstýrið um at leggja epidemilógina fyri Løgtingið. Eg kann bara siga, at tað taki eg fult undir við, og at hon verður samtykt.

Tað líkist ongum, at politivaldið í Føroyum ikki kann verja okkum um onkur “dummur hundur" velur at bróta viðmæltað sóttarhaldið - tað er hvørki fyrstu ferð ella síðstu ferð at fólk fara at bróta eitt sóttarhald.

Hetta handlar um mannalív og tá má mann arbeiða út frá lægsta felagsnevnara
Sum nú er, ganga politistarnir í Føroyum við hafti um beinini, tí teir hava ikki heimildir til at senda fólk í sóttarhald ella avlýsa tiltøk, har nógv fólk savnast.

Hugsið um framtíðina
Nú er tíðin komin til at fáa lógarverkið smíðað, so vit fáa vart okkum í komandi tíðum.
Tá ein nýggj pandemi kemur má lógarverkið vera klárt. Hvat nú um hon verður nógvar ferðir verri enn Covit-19? Hvat nú um hon drepur 30-50 ella 80% av fólkinum, sum verða smittað? Tá nýttar lítið at rópa hart um frælsi og mannarættindi, tá vinir og kenningar doyggja.

WHO hevur gjørt ein lista yvir sjúkur, sum eru serliga vandamiklar og skulu raðfestast ovalaga fyri at finna hálvág o.a., sum kann basa hesum sjúkum (R&D) - og skal hesin listin og raðfesting síggjast sum eitt neyðstøðumál fyri mannaættina. Talan er eisini um sjúkur, sum eru ókendar, har ongin gransking ella vaksinur finnast. Um slíkar sjúkur raka runt heimin er einasta loysnin at steingja landamørk og isolera tey sjúku. Í løtuni verður Covit-19 raðfest á hesum listanum saman við m.a. EBOLA og SARS. 

Tí er tað av alstórum týdningi, at vit herða epidemilógina fyri Føroyar - við tí endamáli at verja allar íbúgvarnar í landinum.

Hans Marius Edvard Høgnesen