Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sandavágshálsur

Undirritaði kom á Flogvøllinum ofta á tal við teir arbeiðsmenn úr Noreg ið arbeiddu í Vágatunnlinum. Ferð aftaná ferð høvdu teir á orðið, at tað var ørskapur at leggja 20-25 milliónir í ein veg ið fór í hæddina um Sandavágsháls. Har var tað líka síðan Oyragjógvavegurin var gjørdur, altíð vóru stórar trupuleikar í ferðsluni um Hálsin, tá høgættin við nógvum kavarokið tarnaðu ferðsluni í ólukkumát. 

Sjálvir mettu teir, at rættast hevði verið skotið í gjøgnum fjalli Vágamegin, soleiðis at tunnilin kom útaftur omanfyri Grótbrotið í _Sandavági. Og spurningurin var um ikki tær milliónirnar ið vóru brúktar til vegin frá tunnlinum høvdu verið nokk til at skjóta í gjøgnum, soleiðis at ferðslan slapp undan at koyra um Sandavágsháls.

Vitandi um, at Vágatunnilin er so gott sum útgoldin, so átti leiðslan í Vágatunnlinum saman við politiski mynduleiki at tikið stig til, at gjørt eina ætlan við sama fíggjarliga leisti, nevnliga einum bumgjaldið soleiðis at ferðslan ótarna kundi koyrt ígjøgnum Vágatunnilin, hóast vit fáa kavavetrar framyvur.

Kann ikki ímýnda mær at vinnulívið eins og borgarin kann hava nakað ímóti hesum. Nú veit ein ikki hvussu álítandi skoðsmálið hjá norðmonnum var um prísin at skjóta í gjøgnum Vágamegin. Tá hava teir helst tikið støðu útfrá, at øll tóilini eins og arbeiðstoymi var tøkt á staðnum.

Tað kann ikki taka langa tíð hjá Landsverk, at finna út av kostnaðinum at skjóta í gjøgnum Vágamegin, við einum rímuliga lágum bummgjaldiðíð.

Frank Davidsen