Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sangir, ið tey ikki vildu, at vit skuldu hoyra

Norski sangarin og sangskrivarin Moddi var eitt av høvuðsnøvnunum á G! Festivalinum í 2014, nú er hann aftur í Føroyum, hesaferð við einum savni av forbodnum sangum. 

Unsongs, er heitið á útgávu hjá Moddi, sum kom út í fjør heyst.
Moddi hevur eisini givið bók út við heitinum Unsongs, og áðrenn konsertina hevur Knút Háberg Eysturstein viðtalu við Moddi um bókina.

Unsongs er fjórða útgávan hjá Moddi. Talan er um sangir, ið eitt tíðarskeið hava verið bannaðir, sensureraðir ella eru doyvdir. Við stórum kenslusemi og hugflogi hevur Moddi givið sangunum nýtt lív og skapt eina rørandi og opinbarandi úgávu. Her er talan um sangir hjá eitt nú Vashti Bunyan og Pussy Riot. Men eisini um Army Dreamers hjá Kate Bush, ið var ein sangur, ið BBC bannaði undir fyrra Golfkrígnum. 

Tónleikurin hjá Moddi er ein samanrenning av fólkatónlieiki og poppi, tó Moddi sjálvur sigur seg at vera sangara og søgusigara. Unsongs er ein ómetaliga sterk útgáva og konsertuppliving, har søgur, ið onkur ikki vildi hava sagdar, verða sagdar.

Unsongs bæði heiðrar tí sensoreraða og avdúkar sensorarnar.

Moddi fer á lítla konsertferð í Føroyum. Hann spælir í: 
Norðurlandahúsinum 26. november (Til hesa konsertina sleppa lesandi inn fyri hálvan prís)
Spaniastovu 27. november 
Listastovuni í Miðvági 28. november