Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SARAH BRENDEL - týsku songkvinnuni leingist aftur til Føroyar

Týska songkvinnan Sarah Brendel vitjaði í Føroyum á sumri í 2006, har hon var upphitari hjá kendu Amerikonsku songkvinnuni Rebecca St. James, sum hevði konsert í Kelduni í Skálabotni. 

Poul Jóhan Djurhuus 
gjaranes@gmail.com

Tær framførdu fyri fullum húsi. Tá Rebecca var liðug við vitjanina, hevði Sarah sjálv fleiri konsertir bæði í Kelduni í Skálabotni, Christianskirkjuni í Klaksvík, Berøa í Saltangará, Havnar kirkju og á summarfestivalinum. Ávegis aftur til týsklands steðgaði hon á í Kristnastovu, har hon hevði eina spontana improviseraða “konsert,” tá morgunmøti var liðugt. 

LÍVSSØGA
Sarah Brendel er fødd og uppvaksin í Týsklandi, og hevði foreldur, sum lærdu hana um trúgv og tónleik, og sum stóðu saman við henni, tá hon byrjaði sína tónleikaleið. Hon gekk í katólskum skúla, har hon á fyrsta sinni framførdi tónleik, sum var fyri nonnum og lærarum. Sarah sigur, at fyri henni er tónleikur eitt Guddómligt tungumál, sum øll skilja. Kendi tónleikarin Larry Norman hevði sera stórt árin á hana, tá hon var nýggj innan tónleikin, sum enn í dag er ein av hennara mest virðismettu sangskrivarum. Sarah hevur havt eydnuna við sær, og hevur eisini megnað at verða nummar eitt á almenna hittlistanum í Týsklandi. 

Sarah er ein persónligur játtandi kristin, og hon kennir tað sum eitt kall at syngja, og hon vildi fegin komið aftur til Føroyar at sungið bæði í samkomum og á konsertum. Fyri nøkrum árum síðani segði hon í eini samrøðu við heimasíðuna JesusfreakHideout.com: “Tá vit síggja hjarta Jesusar, hvussu nógv hann elskar okkum og hvussu nógva umsorgan hann hevur fyri okkum, so er tað hansara kall til okkum, at vit skula gera sum hann.” 

VITJAÐU Í TÝSKLANDI
Í døgunum 17 – 19 septembur vitjaðu Elsa og Poul Jóhan Djurhuus í Týsklandi, har tey vóru gestir hjá Brendel familjuna í heimi teirra í týska býnum DOHNA. Tey bóðu heilsa øllum, sum tey kenna í Føroyum, tí tey hava vinir og kenningar í Føroyum.

NÓGV VATN RUNNIÐ Í ÁNNI
Tað eru 9 ár síðani hon vitjaði í Føroyum seinast, og síðani tá er nógv vatn runnið í ánni fyri hennara viðkomandi. Hon hevur fingið tvey børn, gentu og drong, sum eru ávíkavist 3 og seks ára gomul. Hon og maðurin eru flutt inn í eitt stórt niðurlagt slott, sum tey hava renoverað og nýta sum heimstað/felagsbúgv fyri listarfólk, har listafólkini hava møguleika at innrættað seg í egnari íbúð sum ein vanlig familja, har tey samstundis fáa friðarligar og góðar umstøður at nýta sínar listarligu gávur í einum friðarligum og kreativum umhvørvi. 

Sarah og maðurin hava sína egnu íbúð á “slottinum,” sum á týskum nevnist SCHLOSS RØHRSDORF, og varð reist um aldarskifti 1500 - 1600. Talan er um lítla landsbýin Dohna, sum liggur beint við Dresden í fyrrverandi Eystur-Týsklandi. Tað eru fýra familjur, sum húsast har í dag. Í stóru húsunum hava tey eisini 3-stjørna gistihúsvirksemi og professionelt ljóðstudio/ljóðverkstað. 

PERSÓNLIGT KALL
Sara og maðurin siga við undirritaða, at tað var teirra persónliga visión og kall, tá niðurlagda slottið á ein undurfullan hátt varð framvegað teimum, at skapa hugnaligar og góðar rammur, har tónleikarar, listafólk og annars alt slag av fólki eru vælkomin at gista fyri styttri ella longri tíð og hava ein steðg frá resinum í gerandislívinum, og samstundis uppliva hjartaligan felagsskap og blíðskap – av tí, at húsið ikki verður rikið handilsliga, so er talan um rímiligar prísir!

LJÓÐVERKSTAÐ
Eitt triðja endamáli við húsinum er at hava eitt væl útgjørt ljóðverkstað/upptøkuhøli til tónleikarar, sum ynskja at geva út sín egna tónleik. Ein av familjufedrunum sum býr í húsinum, er Arno Jordan, sum er føddur og vaksin upp í Vestur-Týskalandi. Hansara listarligu evnir er at arbeiða við ljóði. Tí er tað hann, sum hevur ábyrgdina av ljóðverkstaðnum, sum heldur til í einum av teim rúmligu slottshølunum. 

Arno sigur í samrøðu við undirritaða, at ljóðverkstaðið er sera væl útgjørt við mest framkomnu analogiskari og digitalari upptøkuútgerð. Hann sigur, at av tí at endamálið við virkseminum í húsinum er idealistiskt og ikki handilsligt, so er talan um ein rímiligan kostnað fyri tónleikarar, sum ynskja at taka upp sín egna tónleik við útgávu fyri eyga. 

Hann greiðir frá, at umboð fyri eitt av teim kendu ljóðverkstøðunum í USA, sum m.a. hevur tikið upp fyri Johny Cash, var í Europa fyri nøkrum mánaðum síðani og vitjaði fleiri Europeisk ljóðverkstøð, við tí í hyggju at finna ein samarbeiðspartnara í Europa. Millum hesi bleiv tað ljóðverkstaði/ljóðstudio hjá Arno Jordan, sum fekk avtaluna í hús.

Spurdur, um hann hevur gjørt ljóðupptøkur fyri føroyingar, sigur hann, at tað hevur hann ikki, men at hann fegin vildi at føroyskir tónleikarar, bæði solistar og bólkar, settu seg í samband við hann; og tað er einki, sum hann vildi meira, enn at gjørt eina avtalu við føroyingar. Arno sigur: “Eg trúgvi, at í framtíðini fara vit at fáa fleiri og fleiri avtalur, tí okkara prísir eru ógvuliga lágir, samanbornir við onnur ljóðverkstøð, sum bjóða somu tænastu sum vit, hetta tí, at vit hava tann fyrimun, at virksemið verður ikki rikið handilsliga.”

NÝTT KALL
Í hesum flóttafólkatíðum har fólk í stórum tali eru komin inn í Europa, hava Sarah og maður hennara kent tað sum eitt kall at gera nakað fyri hesi menniskju. Tí hava tey keypt eini hús í grannalagnum har slottið liggur. Arbeiði er byrjað at seta húsið í stand, og avtala er gjørd við týsku myndugleikarnar um at hýsa nøkrum familjum.

Sarah, maður hennara og teirra listarligu starvs- og búfelagar brúka teirra gávur og evnir, so tey kunnu gera ein mun fyri onnur, júst soleiðis, sum Sarah segði í samrøðuni: “Tá vit síggja hjarta Jesusar, hvussu nógv hann elskar okkum og hvussu nógva umsorgan hann hevur fyri okkum, so er tað hansara kall til okkum, at vit skula gera sum hann.”