Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sáttmálar undirskrivaður við Starvsmannafelagið

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsmannafelagið skrivaðu hósdagin 13. december 2012 undir nýggjar tvey-ára sáttmálar galdandi fyri starvsfólkini á Føroya Tele og Posta. Sáttmálarnir eru frá 1. januar 2013 til 1. januar 2015.

Lønarhækkingarnar í nýggju sáttmálunum eru á sama støði, sum hinar semjurnar, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur gjørt higartil í ár. Tað vil siga ein hækking á 1,13 % hin 1. januar 2013 og 1,89 % hin 1. januar 2014.

Harafturat samdust partarnir um eitt protokollat um rúmliga arbeiðsmarknaðin.