Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sáttmálarnir við arbeiðarafeløgini longdir til 3. mai á midnátt

Hóast samráðst hevur verið síðan týsmorgunin, eru Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini ikki enn komin á mál við samráðingunum um nýggjar sáttmálar.

Partarnir eru tí samdir um at leingja sáttmálarnar til týsdagin 3. mai á midnátt.

Sáttmálasamráðingarnar byrja aftur mánamorgunin 2. mai.