Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Axel Hansen, nevndarlimur í Føroya Fiskimannafelag, Alex Vilhelm, reiðari, South Pelagic, og Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum, fegnast um semjuna um longdan sáttmála. Føroya Skipara- og Navigatørfelag er við í semjuni, men fekk ikki verið til staðar, tá hon varð undirskrivað í Føroya Fiskimannafelag í dag.

Sáttmáli skrivaður undir við Grunnabar

Manningarfeløgini og South Pelagic í Vági, sum eigur ídnaðarskipið Grunnabar, samdust í dag um at lata sáttmálan frá í fjør galda hetta árið út eisini uttan broytingar. 

Eftir: Ingolf S. Olsen

Sáttmálin er í samsvar við ásetingarnar fyri ídnaðarskip í Felagsavtaluni, har býtisprosentið er 27, uttan tá skipið fiskar upp á sítt royndarloyvi eftir hvítingsbróðuri – tá er býtisprosentið 25.

Umframt semjuna um at leingja sáttmálan gekk South Pelagic undir ófrávíkiligu krøvini um at fáa øll viðurskiftini í rættlag, sum stríð hevur staðist um í 2013. Grunnabar hevur biðið um at fáa ein sersáttmála við manningarfeløgini, men henda umbønin varð havnað.

Manningarfeløgini vilja heldur sleppa av við allar aðrar sersáttmálar, ið eru, nú tað er avtalað við Reiðarafelagið, at allir sáttmálar og Felagsavtalan skulu endurskoðast í næstum.