Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, Bjarni Djurholm, nevndarformaður í pf. Bulur, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jákup Súni Joense, stjóri í pf. Bulur.

Sáttmáli um dagsstovn í Kollafirði undirskrivaður

Byggisamtyktin fyri økið við Botnánna til nýggjan dagstovn varð góðkend av landsstýrinum í fjør. Býráðið fór beinanvegin undir at fyrireika verkætlanina. Á íløguætlanini fyri 2014 vórðu settar av 14 mió til nýggjan dagstovn í Kollafirði, og áður vóru játtaðar kr. 1,5 mió til keyp av grundøki.

Lisitatiónin fyri nýggjum dagstovni í Kollafirði var 26. januar 2015. Tvey tilboð komu inn: Sp/f Bulur átti lægra tilboðið. Samráðingar hava tí verið við Bul. Við viðmæltum tilkeypum kr. 1.119.500, herundir at fáa til vega jarðhitaskipan til bygningin, verður samlaði totalarbeiðstøkusáttmálin 13.970.280.

Trivnaðarstjórin og tekniski stjórin mæltu til at gera totalarbeiðstøkusáttmála við Sp/f Bul, mentamálanevndin samtykti nú í mars at taka undir við tilmælinum og at restfíggingin verður fingin til vega av løgukarminum fyri 2016. Nevndin beindi málið í býráðið um fíggjarnevndina, sum tók undir við mentamálanevndini.

19 mars varð málið einmælt samtykt í býráðnum og í dag skrivaðu partarnir sáttmála, so farast kann í gongd við arbeiðið.

Borgarstjórin segði eftir at undirskrivað var, at tað at kommunan byggir nýggjan dagsstovn í Kollafirði, samstundis sum arbeitt verður við stórari útstykking, man benda á, at trúgvin á fólkavøkstur í økinum ikki púra er burtur! Nú verður so pláss til bæði nýggjar familjur og børn teirra.

Pláss verður fyri 80 børnum og verkætlanin væntast at taka eitt gott ár.

Á myndini síggjast Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, Bjarni Djurholm, nevndarformaður í pf. Bulur, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jákup Súni Joense, stjóri í pf. Bulur.