Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SÁTTMÁLI UM REINSARÍIÐ UNDIRSKRIVAÐUR

Arbeiðið at gera Reinsaríið í Tórsgøtu til rútmiskt spælistað fer nú av álvara í gongd. Á ráðhúsinum í dag varð sáttmáli undirskrivaður við Húsavarðatænastuna, sum hevði lægsta boð uppá góðar kr. 4.950.000. Tað er arkitektavirkið Kontrast, sum hevur ráðgivið og staðið fyri útbjóðingini.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, fegnaðist um, at arbeiðið við hesum søguliga húsið nú loksins verður gjørt liðugt. Hann rósti verkætlanini, ið tryggjar, at Reinsaríið verður ein prýðiligur og livandi karmur um tónleik og undirhald í miðbýnum.

Fyri Sámal Erik Hentze, stjóra í Húsavarðatænastuni, var tað serligur heiður at sleppa at gera húsið liðugt. Tað var eisini Húsavarðatænastan, sum fyri nøkrum árum síðan umvældi og klæddi bygningin av nýggjum. Hann segði, at talan er um spennandi uppgávu, júst tí talan er um sermerkt hús, sum fær ein stóran leiklut í miðbýarlívinum framyvir, og tí skal lúka øll nútíðarkrøv.

Forkvinnan í mentamálanevndini, Helena Dam á Neystabø, gleddist um, at Reinsaríið sum tónleikastað og mentanarhús í miðbýnum nú verður veruleiki. Neyðugi peningurin er fingin til vega, og arbeiðið at skipa sjálvt virksemið í Reinsarínum fer nú í gongd. Føroyski tónleikapallurin er í stórari menning, og Reinsaríið verður eitt týðandi aktiv í hesum, eisini fyri áhoyrararnar, segði hon.

Sambært tíðarætlanini verður bygningurin avhendaður 7. mars 2014.