Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Seks dagar til valið

Seinnapartin sunnudagin var ein sending í útvarpinum, sum skuldi lýsa støðuna undan valinum. Vit kunnu siga, at fyri fyrstu ferð var tað ikki forútsigiligt, hvat luttakararnir fóru at siga, tí boð vóru eftir John William Joensen, blaðstjóra á Norðlýsinum, og blaðstjóranum á Oyggjatíðindum, Dan Klein, sum báðir hava verið hildnir uttanfyri hetta fína selskab av viðmerkjarum.

Umframt teir báðar, vóru Árni Gregersen og Eirikur Lindenskov, ávikavist, blaðstjórar á Dimmu og Sosialinum, eisini við. At stýra sendingini vóru Ingi Samuelsen, og Finnur Jensen, frá Kringvarpinum.

Ein av uppgávunum var at gera viðmerkingar til valstríðið, sum heild. Men við sendingini seinasta sunnudag fekk valstríðið heilt aðrar og meira áhugaverdar vinklar.

Sendingin kann hoyrast við at trýsta á linkin niðanfyri:

http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2011/10/24/Seks%20dagar%20til%20valið