Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Selma Ellingsgaard stillar ikki uppaftur

Forkvinnan fyri Starvsmannafelagið tey seinastu skjótt átta árini verður ikki millum valevnini til formansvalið í Starvsmannafelagnum komandi vár
  
Nú lýst verður við uppstilling til formansval í Starvsmannafelagnum í mars hevur Selma Ellingsgaard boðað frá, at hon hevur avgjørt ikki at bjóða seg fram til eina setu afturat.
  
 -Til várs havi eg sitið tvær setur og verið forkvinna í átta ár. Sambært viðtøkum okkara, so kunnu nevndarlimir og formenn røkja sessirnar í mesta lagi tríggjar setur á rað. Nevndarlimir tríggjar ferðir trý ár og formaðurin tríggjar ferðir fýra ár, so eg kundi í mesta lagi sitið eina setu afturat. Tískil havi eg altíð vitað, at tíðin er avmarkað. Tað er ikki sørt kensluborið at taka hesa avgerð, tó meti eg tíðin er búgvin og búgvin til at lata onnur sleppa framat, sigur Selma Ellingsgaard.

Selma Ellingsgaard er útbúgvin sosialráðgevi og hevur farloyvi frá starvi í Tórshavnar kommunu. Og hon fer aftur í starv hjá Tórshavnar kommunu, tá ið hon gevst sum forkvinna.
  
-Hetta er ein avgerð, eg havi hugsað um leingi. Og nú er avgerðin so tikin, tó hon ikki er løtt.
Eg eri umgird av dugnaligum starvsfeløgum hvønn dag og starvið er avbjóðandi og innihaldsríkt og mong bond eru knýtt hesi árini.
  
Selma Ellingaard er 44 ára gomul og varð vald sum fyrsta forkvinna fyri Starvsmannafelagið á valinum 8. mars 2008, eftir Gunnleiv Dalsgarð, sum tá hevði valt ikki at stilla uppaftur.
  
Lýst verður í hesum døgum við uppstilling til formansval og nevndarval í Starvsmannafelagnum. Umframt formansvalið skulu tveir nevnarsessir eisini mannast á aðalfundinum, sum verður 5. mars.
  
Freistin at uppstilla valevni til formansvalið er 15. januar og freistin at uppstilla valevnir til nevndarvalið er 1. februar. Uppskot skulu latast skrivstovu felagsins.
  
Sum nevnt verður formaðurin valdur fyri fýra ár í senn og nevndarlimir fyri trý ár í senn.