Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sement fyribils útsett

Margarinfabrikkin, ið er fyriskipari av tónleikakappingini Sement, boðar frá, at tiltakið er útsett vegna verkfall.

Sum flestum kunnugt fór Pedagogfelagið í verkfall í gjár. Øll starvsfólk í Margarinfabrikkini eru limir í felagnum og merkir hetta, at alt virksemið hjá húsinum er lagt niður - eisini fyrireikingarnar til tónleikakappingina Sement, ið skuldi byrja í vikuskiftinum.

At verkfallið og Sement skuldu renna saman soleiðis er sera óheppið. Men tað merkir ikki, at tiltakið er avlýst. Føroya størsta tónleikakapping verður í ár - spurningurin er bara nær.

So leingi verkfall er, er tiltakið útsett. Hetta merkir, at í núverandi løtu ber ikki til at fastseta nýggja dato á Sement 2012. Fyrireikingarnar verða tiknar upp aftur og almenningurin kunnaður gongdina, tá ið verkfallið er liðugt.

Kelda. www.torshavn.fo