Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semingsgrunnur upp á 36 milliardir krónur

Sum kunnugt er ríki okkara og Danmarkar ríki gingið undir sambandssáttmálan frá 29. august 1450, sum sigur, at hvørki ríki skal vera yvirmaður hins.
Hetta er nærri greint í bókini: Fyrsti salutturin fyri fríu Føroyum. 

Tað er einki dulsmál, at Danmørk ikki hevur hildið hesa áseting í sáttmálanum, men í ólukkumát hevur lagt upp í okkara innanríkismál. 

Ferð eftir ferð hoyra vit tó danskar oddamenn siga, at teir eru fúsir at lata okkum fáa ræði á okkara egnu viðurskiftum. Teir siga, at vilja vit loysa, so er bara at siga til. At teir sjálvir, tá vit í 1946 tóku teir upp á orðið, sendu herskip at handtaka lóglýdnu løgtingsmenninar, kemur teimum ikki til hugs. Nú sigur eitt nú Løkke, at hann ikki vil fáast við smálutir, men vil hava, at vit koma við uppskoti um eina heildarloysn á øll viðurskifti okkara millum. 

Hvat kann gerast um so er, at donsku politikararnir standa við sítt orð?

Hvussu lætt hetta er, kunnu vit síggja av tí, sum fór fram eftir at fólkaatkvøðan hevði verið í Føroyum í 1946. Tá segði danski forsætisráðharrin at Føroyar og Danmørk nú skuldi skiljast. Hann gav tænastuboð um, at allir donsku embætismenninir skuldu vera nýggju føroysku stjórnini lýdnir og hjálpa henni av øllum alvi við loysingini.

Sigur danska stjórnin tí, at hon nú heldur uppat at leggja seg út í okkara innanríkismál, so fáa øll tey, sum higartil hava fingið løn úr Danmark, greitt at vita, at nú eru tey í starvi hjá okkara stjórn og skulu vera henni lýðin. 

Tað, sum eftir stendur, er tann fíggjarliga uppíleggingin, sum danska stjórnin hevur havt hjá okkum. Henda uppílegging hevur fingið nøkur okkara at hildið, at vit noyðast at lata danir stýra okkum afturfyri. 

Vil danska stjórnin sleppa burtur úr tí fløkju, sum hon hevur vavt seg inn í, er sera lætt at finna eina gongda leið.

Vit kunnu bert líta at tí, sum hendi í viðurskiftunum Danmarkar og Íslands millum í 1918. Tá komu danir til, at tað var betri fyri Damarkar ríki, at Ísland gjørdist sjálvstøðugt. Ríkini gjørdu ein sáttmála um hvussu komast skuldi burtur úr tí støðu, sum higartil hevði verið, har Ísland hevði fingið pening úr Danmørk. Loysnin var tann, at Danmørk setti á stovn ein grunn við einum íløgufæi, sum var so stórt, at árligu renturnar av fænum svaraðu til tað, sum Danmørk higartil hevði latið Íslandi um árið. Nú Ísland var sjálvstøðugt slapp Danmørk frá á hvørjum ári at seta útreiðslurnar av Íslandi á sína fíggjarlóg, og hin vegin kundi eingin briksla Danmørk fyri at hava havt beinleiðis vinning av at hava latið Ísland gerast eitt sjálvstøðugt kongsríki. 

Varð henda leið gingin í sjálvstýrismáli okkara, kundu danir sloppið undan árligu útreiðslunum til okkara við at seta ein grunn á stovn, sum var so stórur, at rentan av honum svaraði til tað, sum teir á hvørjum ári áleggja sínum skattgjaldarum at rinda okkum. 

Hvussu stórur hevði hesin semingsgrunnur verið? 

Greitt er, at hægri rentan er, minni er grunnurin.  

Møguleikarnir eru nógvir. Ein av teimum er, at statslánsbrøv vórðu løgd í grunnin. Í løtuni er árliga rentan av 30-ára statslánsbrøvum 2,8%.

Nágreinliga hvussu nógv danir gjalda til okkara í løtuni er heldur torgreitt, men hetta ber til at greina í samráðingunum. Siga vit fyri at taka eitt runt tal, at árligu útreiðslurnar eru eina milliard krónur, so skal íløgufæið í grunninum vera 36 milliardir fyri at geva eina milliard í rentu.

Útreiðslurnar av Grønlandi eru umleið fýra ferðir so stórar sum av Føroyum, og skal grunnurin eisini fevna um Grønland, so verður upphæddin í honum 144 milliardir størri. ella tilsamans 180 millardir krónur. 

Tølini ljóða kanska stór, men fyri Danmørk hevði ikki verið talan um nakra meirútreiðslu.

Á henda hátt kundu partarnir gjørt tað, sum Knud Kristensen forsætisráðharri boðaði frá at ætlanin var í 1946: At fáa eina loysn í sátt og semju. 

Zakarias Wang