Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja gjørd við Akademikarafelag Føroya

Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya hava í dag endurnýggjað sáttmálan. Sáttmálin er fyri tíðarskeiðið frá 1.oktober 2015 til 1. oktober 2017.

Karmurin er tann sami sum hjá øðrum á almenna arbeiðsmarknaðinum, tað er 2,25% fyrra árið og 1,9% seinna árið.

Ein partur av karminum er brúktur til at stytta lønarstigarnar úr 12 stigum niður í 10, tó er bachelorstigin ikki styttur.

Sum nakað heilt nýtt eru gjørdar tvær nýggjar avtalur um vakt á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, ein um regluliga vaktarskipan, og ein um bráðkomna vakt. Talan er um vaktarskipanir, sum tryggja, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan kann uppfylla kravið um, at ein veteriner heilsuváttan skal fylgja við vøruni í sambandi við útflutning til 3. lond, so sum Russland og Kina. Hesin útflutningur er nógv vaksin, og umrøddu lond krevja, at tað fylgir veterinerváttan við hvørjum partíið, ið fer úr Føroyum.

Avtala er gjørd um fráboðanarform og fráboðanarfreist, so hesar fylgja somu ásetingum sum í øðrum sáttmálum.

Ymsar broytingar eru eisini gjørdar í sáttmálatekstinum.

Fíggjarmálaráðið 3. februar 2017