Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk

Fríggjadagin 30. oktober skrivaðu Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk undir nýggjan tvey ára sáttmála. 

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroysk Miðlafólk vóru fríggjadagin samd um nýggjan sáttmála. Partarnir vóru samdir um eina lønarhækking á 1,98% hin 1. november 2015 og 2,25% hin 1. november 2016.

Hetta er sama hækking sum í hinum semjunum, ið eru gjørdar millum fakfeløg á privata arbeiðsmarknaðinum og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Partarnir undirskrivaðu eisini avtalu um fráboðanarfreist í sambandi við verkfall.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur nú gjørt avtalu um fráboðanarfreist, við øll fakfeløg felagið hevur sáttmála við.