Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya

Mánadagin skrivaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya undir semju um sáttmála galdandi fram til 1. oktober 2019. Lønarkarmurin svarar til áleið sama karm sum lønarkarmurin í semjuni, ið Kommunala Arbeiðsgevarafelagið gjørdi við Starvsmannafelagið fyrr í ár.  

Semjan inniber eitt nú, at endalønin hjá heilsuhjálparum hækkar við kr. 2.000 yvir tvey ár. Somuleiðis er bólkaleiðaraviðbótin hækkað eitt vet, og eftirløn verður frameftir goldin av førleikaviðbótum.  

Harumframt er álitisfólkaskipanin dagførd, og eisini er avtalað, at partarnir í sáttmálaskeiðinum gera leist um handfaran av undantøkum í samband við arbeiðssteðgir. 

Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, fegnast serliga um, at tað eydnaðist at gera eina avtalu um undantøkini, og at hetta arbeiðið skal gerast liðugt innan 1. januar 2019. Á hendan hátt kunnu partarnir fyribyrgja, at veikir og røktarkrevjandi borgarar koma í klemmu í sambandi arbeiðssteðgir.     

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heldur nú áfram við samráðingunum. Á skránni verða fyrst Heilsurøktarafelagið, Maskinmeistarafelagið umframt Skipara- og navigatørfelagið.  
 
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
4. juni 2018