Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið

Hyri skrivaðu Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið undir semju um sáttmála galdandi fram til 1. oktober 2019.  

Tíðindaskriv  

Í høvuðsheitum byggir semjan á somu prinsipp sum semjan millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið og tann lønarkarmin, ið upprunaliga varð settur, tá partarnir á arbeiðsmarknaðinum fóru undir samráðingarnar í heyst. 

Hetta merkir, at mánaðarlønirnar hækka við kr. 633 frá 1. oktober 2017, meðan hækkingin tann 1. oktober 2018 verður kr. 754. Sostatt verður lønartalvan fyri kommunala geiran tann sama sum hjá landinum.  

Av øðrum viðurskiftum, ið partarnir hava gjørt semju um, kann nevnast, at álitisfólk fáa samsýning svarandi til eitt lønarstig, treytirnar í sambandi við barnsburð og sjúku áðrenn føðing eru betraðar, og somuleiðis verða landmálsteknikarar og byggitøkningar løntir ein flokk hægri enn higartil. 

Eins og flest onnur fastlønt starvsfólk, fáa fastløntir dagrøktarar harumframt løn undir sjúku frá 1. januar 2019.  

At enda kann nevnast, at partarnir hava avtalað, at hægstløntu leiðarar frameftir verða undantiknir arbeiðssteðgi. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið heldur nú fram við samráðingunum við Heilsuhjálparafelagið og fer í næstum undir samráðingar við átta onnur feløg.  
 
Tórshavn,  22. mars 2018 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið