Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja um fiskiskapin eftir norðhavssild í 2012

Strandarlondini Føroyar, Ísland, ES, Noreg og Russland hava i dag, 14. oktober 2011, undirskrivað avtalu um fiskiskapin eftir norðhavssild í 2012.

Semja er um, at mest loyvda veiðan eftir norðhavssild í 2012 verður 833.000 tons. Talan er um eina niðurgongd í mun til undanfarna ár, tá heildarkvotan varð ásett til 988.000 tons. Tilgongdin til stovnin hevur svikið seinastu árini. Altjóða havrannsóknarstovnurin vísir tí á, at hóast stovnurin verður væl umsitin, er metingin, at niðurgongdin heldur fram komandi ár.

Semjan um heildarkvotuna byggir á eina avtalu frá 2007 millum strandarlondini um langtíðarumsiting av fiskiskapinum eftir norðhavssild. Hendan avtalan hevur m.a. ein veiðisetning og ásetir eitt fast býti av heildarkvotu millum londini. Avtalan umfatar eisini atgongd at fiska hvør hjá øðrum.

Føroyski parturin av heildarkvotuni er 5,16%. Føroyska kvotan av norðhavssild í 2012 verður tí 42.983 tons. Føroyar hava sambært avtaluni møguleika fyri at fiska part av føroysku kvotuni í norskum sjógvi.

Á felagsfundinum undir samráðingunum gjørdu Føroyar vart við, at Føroyar halda ikki, at núverandi býtið av heildarkvotuni svarar til útbreiðsluna av norðhavssild í Norðuratlantshavinum, og at tørvur er á at endurskoða avtaluna. Í hesum sambandi boðaðu Føroyar frá, at Føroyar fara at taka stig til at viðgera málið saman við hinum strandarlondunum.