Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja um maskinmeistarar hjá SSL

Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið hava í dag góðkent uppskot frá Semingsstovninum og gjørt semju um nýggjan 1. ára sáttmála, galdandi fyri maskinmeistarar við Strandfaraskip Landsins, frá 1. okt. 2016 til 1. okt. 2017.

Tíðindaskriv

Sáttmálin gevur somu lønarhækkan, sum onnur alment lønt hava fingið í umrødda tíðarskeiði, har lønin hækkar við 1,9 %.

Harumframt hækkar eftirlønargjaldið upp í 14,5 %. Hetta er ein kompensatión fyri tann munin, sum var í 3 ára sáttmálanum, sum var galdandi í tíðarskeiðinum frammanundan.

Umframt hetta eru broytingar og tillagingar gjørdar í sáttmálatekstinum.

Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið, fríggjadagin 13. Januar 2017.