Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semjan er á sama støði, sum semjan við arbeiðarafeløgini, sum var gjørd í juni og var tann fyrsta í samráðingarrunduni 2020-2022.

Semja undirskrivað um flogmekanikararnar hjá Atlantic AirwaysFøroya

Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Atlantic Workers Union hava fríggjadagin, skrivað undir nýggjan sáttmála fyri tvey tey komandi árini.

Semjan er á sama støði, sum semjan við arbeiðarafeløgini, sum var gjørd í juni og var tann fyrsta í samráðingarrunduni 2020-2022.

Lønarhækkingin varð løgd bæði á løn og eftirløn:

1. januar 2021 hækkar lønin 1,25%

1. oktober 2021 hækkar lønin 1,25%

1. januar 2021 hækkar eftirlønin 1%

”Felagið hevur í samráðingunum havt virðing fyri tí støðu flogvinnan er í, og báðir partar hava verið semjusøkjandi”, sigur Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag.

Eisini Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag fegnast um at komið er á mál í hesum samráðingunum, og at tað eydnaðist at røkka eini semju, sum báðir partar eru nøgdir við. “Ein orsøk til hetta er, at báðir partar høvdu eina felagsfatan av støðuni í flogvinnuni”, sigur Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum.


Føroya Arbeiðsgevarafelag / Føroya Handverksmeistarafelag

Føroya Handverkarafelag / Atlantic Workers Union