Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Semja undirskrivað

Kl 02:00 undirskrivaðu arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið undir nýggjan tveyára sáttmála. Samlaða grundlønarhækkingin er 4,80 kr umframt at eftirlønin hækkar til 10%, og viðbótin fyri vaktarfólk á skipum hækkar munandi.

Álitisfólkaskipanin er broytt, og nýggjur sersáttmáli gjørdur fyri alivinnuna, sum gevur alarum eina viðbót á í minsta lagi 15%.

Nakað eftir midnátt eydnaðist tað pørtunum á privata arbeiðsmarknaðinum at finna eina semju, sum gevur eina samlaða grundlønarhækkan á 4,80 kr yvir 2 ár, umframt aðar broytingar og ein nýggjan sersáttmála fyri alivinnuna.

Í 2014 er lønarhækkingin 2,20 kr til 117,84 kr um tíman, og í 2015 er hækkingin 2,60 kr, soleiðis at tímalønin gerst 120,44 kr.

Umframt eina grundlønarhækking hækkar eftirlønin til 10%, og vaktarfólk á skipum fáa eisini eina munandi lønarhækkan.

”Vit eru ógvuliga fegin um, at fáa eina lønarhækkan sum ger, at vit fyrsta árið varðveita reallønina, og tað næsta árið hækkar reallønin. Hetta var sera týðningarmikið fyri nevndirnar í arbeiðarafeløgunum”, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.

Nevndarlimir í arbeiðarafeløgunum fáa somu verju sum álitisfólk, álitisfólkaskipanin er útbygd, ein áseting er um betri løn til fólk, sum røkja hægri starv og arbeiðsfólk fáa rætt at fara í farloyvi, um hetta ikki nervar arbeiðsplássið.

Í fastlønarsáttmálanum eru arbeiðsfólk vorðin betri tryggjað undir sjúku. Ein spildurnýggj áseting um reingerð er eisini komin inn í sáttmálan, sum verjir arbeiðsfólk í vinnuni betri, har ósemja er um tíðarkarmin fyri reingerðina.

”Samlað sæð eru vit nøgd við úrslitið, sjálvandi er altíð okkurt, vit kundu hugsað okkum afturat, men úrslitið er ikki so galið, serliga løgdu vit dent á lønina,” siga formennirnir í arbeiðarafeløgunum.