Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Serfrøði - hvat er tað ?

Tað verður ofta sagt at vit skulu lurta eftir serfrøðini -ekspertum. Men hvat er tað neyvt, ið vit skulu lurta eftir.

Heiti “ekspert” kemur úr Latín “Expertus, “royndur”, ið kemur frá Experiri, “at royna, fáa royndir” ella Experentia, ið merkir nakað sum ”vitan, ið er fingin til vega ígjøgnum nógvar royndir” okkurt uppslagverk lýsir ein ekspert, sum ein “persón ið er klókur av royndum”.

"Ekspertur - serfrøðingur" er ikki eitt vart heiti. Ein og hvør kann útnevna seg til ekspert innan eitt ávíst øki, uttan at hava kvalifikatiónir ella førleikar á hesum øki.

Tað er lætt hjá øllum, ið hava atgongd til eina teldu, at leita á Google eftir t.d. ”What is an expert” ella ”hvad er en ekspert”. Verður leita, ja, so kemur ein long røð av forkláringum um hvat ein serfrøðingur er m.a. hesar stuttu lýsingarnar.

• Mark Twain : “Ein vanligur maður úr eini aðrari bygd“ 

• Niels Bohr : “Ein persónur ið hevur gjørt øll hugsandi mistøk innan hansara ella hennara virkisøki“.

Tosa verður um, at lurtast skal eftir serfrøðini fyri gera eina uppbyggingarætlan fyri botnfisk. Í hesum sambandi eiga politikararnir, at hugsa nógv um hvørjum, ið teir skulu lurta eftir, tí tað eru nevniliga sera nógvir serfrøðingar á økinum m.a..

• Havstovan. Halda ikki at uppisjóvarfiskur ávirkar vistskipaninia - botnfisk etc.

• Jens Christian Holst. Heldur at uppisjóvarfiskur ávirkar vistskipanina - botnfisk etc.

• Johannes Hamre. Heldur at uppisjóvarfiskur ávirkar vistskipanina - botnfisk etc.

• Jón Kristiansson. 

• Fiskimenn 

• hetta eru bert nakrir – listin er sera langur.

At taka dagar ímillum hvør serfrøðingur er betur enn annar er ikki lætt. Tá ið tosa verður um náttúruviðurskifti er enn torførari at meta, um tað ið serfrøðingarnir siga, hevur hald í verðuleikanum. Umráðandi er, at varveita eitt margfeldni í serfrøðingunum soleiðis, at øðrvísi hugsandi mugu verða vælkomnir, tí teirra hugskot og metingar kunnu oftani verða við til, at greina samanhangirnar betur.

Fáa vit eina góða ráðgeving frá Havstovuni ?. Tað tykist sum um, at Havstovan hevur ein sera eintáttaðan boðskap, ið bert tekur støði í hvat ICES sigur. Sakni sjálvstøðugar meiningar frá okkara fiskifrøðingum. Yvist onga løtu í at okkara fiskifrøðingarnir sjálvsagt eru líka ósamdir, um fiskifrøðiligar spurningar, sum t.d. sakførarar eru um nógv meira ítøkilig mál ella samkomur eru um átrúnaðarligar spurningar har vit hóðast alt hava vegleiðing ella manuskript at ganga eftir.

Møguliga skuldu vit havt tvær “Havstovur”. Eina við høvuðsmáli sum nú at fylgja ICES, og eina aðra ið hevur sum høvuðsmál at kanna sambandið av allari vistskipanini undir Føroyum (Pelagiska ávirkan á botnfisk etc. undir Føroyum). Hesar eindir skuldu komið við hvør sínum tilmæli. Á henda hátt hevði ráðgevingin tikið støði í einum breiðari grundarlagi enn nú. Kann verða, at úrslitið vil verða ein betur og meira álítandi ráðgeving.

Tað er eitt persónligt val hjá tí einstaka politikarinum hvørjari serfrøði ið lurta verður eftir.

Meinhard Jacobsen 
Msc. Fiskivinnutøkni.

P.S. Forrestin hvussu bleiv við uppáhaldinum hjá Havstovuni um, at útsynningurin gjørdi, at toskurin hvarv fyrst í nítiárunum. Er hetta uppáhald slept ella ? (Sending um evni var nýliga endursend í “KVF Savnsgull” undir heitinum ”Hví hvarv toskurin ”).