Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Serfrøðingur á almennum fundi í Føroyum um rehabilitering

Dan Klein --- 09.10.2018 - 08:00

Danski serfrøðingurin og professarin, Claus Vinther Nielsen, luttekur á almenna fundinum, “Hvussu skipa vit rehabilitering í Føroyum”, sum Sambandsflokkurin skipar fyri, hósdagin 25. oktober, kl. 09.00-12.00 - í Norðurlandahúsinum. Har fer hann at umrøða rehabiliteringsskipanina í Danmark og hvørjar ætlanir eru um menning á økinnum


Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum bjóðar vælkomið og innleiðir almenna fundin.


Á fundinum fer Claus Vinther Nielsen, professari, MD, PhD Klinisk Socialmedicin og Rehabilitering, Insti­tut for Folkesundhed, Aarhus Universitet, at legjga fram og greiða frá rehabiliteringsskipanini í Danmark og ætlanum um menning. Claus er eisini formaður í Rehabili­terings­forum Danmark.


Á fundinum fer Claus Vinther Nielsen at greiða frá sínum royndum sum formaður í Rehabiliterings­forum Danmark, har hann m.a. hevur ábyrgdina av at:


·         Skapa netverk fyri at menna rehabilitering í Danmark

·         Viðvirka til, at rehabiliteringstilboðini í Danmark betrast

·         Røkja danska limaskapin í Rehabilitation International

·         Umboða tann hægsta fakkunnleikan innan fyri rehabiliteringsøkið

·         Skjalfesta búskapaligu virðini av rehabilitering, herundir tað búskaparliga virðið av at viðgera einstøk menniskju

·         Viðvirka til, at kjakið um rehabilitering verður styrkt

·         Ávirka soleiðis, at rehabiliteringsútbúgvingar fáa best møguligt innihald og eisini, at settar verður á stovn læknaligar sergreinar innan rehabilitering


Á fundinum fer eisini Rósa Samuelsen, fyrrv. løgtings- og landsstýriskvinna at greiða frá sínum royndum innan rehabilitering við denti løgdum á politisk sjónarmið og loysnir, og fer hon eisini at leggja fram ítøkilig lógaruppskot um rehabilitering.


Harafturat fer Sólbjørg Frederiksberg, fysioterapeutur, at greiða frá tørvinum á rehabilitering í Føroyum, herundir um, hvussu verandi rehabilitering virkar og ikki virkar í praksis.


Les meira: Skrá fyri almenna fundin um rehabilitering í Føroyum

Les meira: Lýsing av almenna fundinum um rehabilitering í Føroyum


Sambandsflokkurin