Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Serliga skipað miðnám til ung

Tilmæli handað seinasta fríggjadag:

Fitt av fólki var komið saman í Mentamálaráðnum til almennu framløguna og handanina av tilmæli. Skúlatilboð til ung við serligum tørvi hava vantað í fleiri ár og stórur tørvur er á tilboðum. Tilmælið, sum í dag varð handað landsstýrisfólkunum Bjørn Kalsø og Anniku Olsen, leggur upp til, at ein skipað tilgongd skal setast í verk frá komandi skúlaári, soleiðis at áleið 120 næmingar við serligum tørvi koma at ganga á serliga skipaðum miðnámsskúlatilboðum um fýra ár, tá ið skipanin er fult útbygd. Skúlatilboðini skulu samskipast við stuðulsfyriskipanum, sum næmingar hava tørv á eftir skúlatíð. Tískil verður lagt upp til neyvt samstarv millum Mentamálaráðið og Almannamálaráðið.

Landsstýrisfólkini fegnast um tilmælið, og eru samd um at byrja eina tilgongd at íverkseta tilmæltu átøkini. Tey ásanna tó bæði at raðfestast má fíggjarliga, um hesar ætlanir skulu bera á mál. 

Bjørn Kalsø , landsstýrismaður vísti tó á og setti spurning við, um vit hava ráð at lata vera. “ Vit kunnu ikki halda á sum samfelag ikki at hava nøktandi skúlatilboð til hesi ungu.” Annika Olsen tók undir við hesum og víst á, at landsstýrið er farið undir at orða ein yvirskipaðan brekpolitikk og fegnast um tað góða samstarvið millum Almannamálaráðið og Mentamálaráðið. “Skulu vit koma á mál er neyðugt at vit lyfta í felag og at tilboðini verða samskipað”. 

Í ST-sáttmálan um rættindi hjá teimum, ið bera brek, verður lagt upp til eina innkluderandi skúlaskipan. Í tráð við hetta leggur tilmælið upp til at serliga skipa miðnám er á vanligu miðnámsskúlunum. “Tað liggur í okkum føroyingum at taka øll við, so innklusjónshugtakið er nakað, sum lutvíst liggur í føroysku mentanini. Tí taki eg fult undir við eini innkluderandi skúlaskipan á øllum stigum í Føroyum”, segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum.