Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Seta ferð á havnaútbyggina í Havn beinanvegin

Málið um Eystaru Bryggju skal loysast nú.  

Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í Tórshavnar kommunu fara tí at seta alternativa loysn í gongd, sum kann verða framd beinanvegin. Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin í býráðnum fara nú at bera so í bandi, at verkætlanin verður avmarkað, soleiðis at bygt verður vestur- og suðureftir og frítt útsýni verður av Skansanum.

Sum støðan er nú koma vit ikki víðari. Tí seta vit ferð á eina alternativa verkætlan, sum verður minni og tí eisini bíligari. Við hesi útbyggingini verður fría útsýni av Skansanum út á fjørðin varðveitt. Heldur ikki verður bygt framvið fjøruni Yviri við Strond.

Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava tikið hesa avgerð, tí verandi støða førir ongan veg. Hetta kunnu vit ikki bjóða hvørki vinnuni, handilslívinum ella teimum hundraðtals fólkunum, sum hava sína inntøku av økinum hjá Tórshavnar havn. Skulu vit framtíðartryggja hesi arbeiðspláss og fylgja við í menningini, so má ætlanin fremjast beinanvegin, og samstundis skapa vit pláss fyri íløgum í aðrar átrokandi verkætlanir.

Við hesum verður áleikandi tørvurin hjá vinnuni nøktaður nógv ár fram, og arbeiðsplássini samstundis framtíðartryggjað, siga umboðini fyri Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkurin í Tórshavnar kommunu.

Heðin Mortensen, borgarstjóri 
Tróndur Sigurðsson
Bjørghild Djurhuus 
Helena Dam á Neystabø
Sigrun Mohr
Elin Lindenskov
Halla Samuelsen 
Sjúrður Olsen
Bogi Andreasen
Annfinn Brekkstein