Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Setið eitt toymi av námsfrøðingum at arbeiða við trivnaðinum í skúlunum

Nú, vit hoyra nógv um happing og kanska vantandi trivnað í skúlunum, er sjálvsagt at vit vísa á eina loysn, sum enn ikki er brúkt í Føroyum, hóast tað í nógv ár hevur verið brúkt í londum rundan um okkum. 

Fólkaskúlin hevur ymiskan tørv, tørvir sum í dag tykjast órógva ein vanligan gerandisdag. Tað eru børn, ið hava tørv á at fáa hjálp - børn, ið av einari ella aðrari orsøk ikki vera “fangað”, og tí kunnu virka órógvandi fyri tí vanligu undirvísingini.

Vit hoyra ganda orð sum inklusjón (at øll skulu vera við) í fólkaskúlan, men søgurnar og royndirnar siga okkum, at tað er torført at gjøgnumføra, tí umstøður, skipanir og játtanir ikki loyva tí. Álit um happing eru skrivaði, men torført er at síggja, at almennu myndugleikarnir veruliga taka støðuna í álvara. Hevði tað ikki verið fyri eldsálir runt í skúlunum, hevði støðan óivað verið nógv verri.

Børn, sum ikki feila nakað annað, enn at lívið, av og á, hevur sínar avbjóðingar, koma illa fyri. Tað eigur skúlin í størri mun at megna at rúma. Hesi børn verða rópt “børn við serligum tørvi” og fáa í ávísan mun játtaðar ser- ella námsfrøðiligar tímar, fyri betur at megna skúlan. Pedagogfelagið hevur áður víst á, at hetta er ikki ein haldbar støða. Vit hava eina fakligheit, ið spennir víða og tað er í okkara huga púra náttúrligt at ein endurskoðar áskoðanina til námsfrøðingar í føroyska fólkaskúlanum.

Tað eru í øllum skúlum børn sum hava trupult við at klára gerandisdagin. Ein av okkara fremstu førleikum sum námsfrøðingar er at stuðla barninum í persónligari menning við amboðum til at koma ígjøgnum tær avbjóðingar, ið barnið, ella barnabólkurin, kann koma í - bæði við umsorgan, aktivering og hjálp til sosialisering. Skulu vit koma trupulleikanum við happing til lívs, er neyðugt, at allir partar í arbeiðinum vita hvat teir skulu gera. Hesi mugu hava røttu útbúgving í arbeiðinum, umframt hava neyðugu tíð, fígging og umstøður annars.

Námsfrøðingar kunnu brúkast aðrastaðni. Okkara limir eru um børn frá 0 ára aldri í vøggustovum. Frá 3 ára aldri á dagstovnum. Frá 6 ára aldri í forskúlum og frítíðarskúlum/heimum. Eftir skúlatíð kunnu størri børnini fara í virkis- og ungdómshús, har okkara limir gera eitt stórt fyribyrgingarvirksemi. Onkursvegna tykist áskoðanin tó enn at vera tann, at teir førleikar ið námsfrøðingar hava, ikki kunnu brúkast í fólkaskúlanum.

Frá Pedagogfelagnum fer nú aftur ein útrøtt hond til avvarðandi myndugleikar. Latið okkum fara í gongd við eina tilgongd at fáa námsfrøðingatoymir inn í føroyska fólkaskúlan. Eitt stig á leiðini at fáa bøtt um trivnaðin.

Nikkil Heinesen
skrivari Føroya Pedagogfelag