Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sicilianska mafian hevði blikna

Niðurstøðan hjá umboðskvinnuni um brot á reglurnar viðvíkjandi makrelbýti og misrøkt notatskylda hjá makrelbólkinum hevði lítið og einki uppá seg, segði fiskimálaráðharrin. Samstundis hevur hann umsitið sítt málsøki uppá ein slíkan máta, at ein hevur varhugan av, at hann í síni málsviðgerð tekur summi feløg og persónar fram um onnur, ið skuldu havt líka góðan rætt til okkara tilfeingi sum teir, ið hann hevur kjósað sær.

Eitt gott ár undan seinasta løgtingsvalið, 23. august 2010, gav hann á fundi millum seg og tvey starvsfólk makrelloyvi til Athenu og Poseidon. Hetta sjálvt um nevndu skip høvdu eitt sokalla veiðiloyvi II i), t.e "onnur veiða uttanfyri føroysku landleiðirnar ".  

Harnæst hevði reiðaríið hjá nevndu skipun váttað eina ræðisavmarking, har undirritaðu eigarar av skipinum m/s Athenu við skrásetingarnummarinum OW 2133 váttaðu, at nevnda far ikki varð nýtt til vinnuligan fiskiskap undir føroyskum flaggi undantikið til fiskiskap við góðkenning Fiskimálaráðsins í fremmandum sjógvi o.s.fr.

Nevndu skip eru komin inn í føroyskan fiskiskap ímóti galdandi reglum og lógum, samstundis sum aðrir møguligir vinnulívsmenn í somu støðu hava fingið noktandi svar um makrelloyvi. Tí umleið 3 vikur eftir at Fiskimálaráðið hevði latið rættindir til eigarnar av Athenu og Poseidon og útskrivað fiskiloyvir samsvarandi hesum rættindum, noktar sama Fiskimálaráð eigarunum av Kappanum rættindir við tilvísing til ræðisavmarkingina á skipinum.

Hvørki Athena ella Poseidon eru til longur í føroyska flotanum, og hava heldur ikki verið tað í fleiri ár, men fyri at góða vinarlagið við reiðaríið ikki skuldi fara fyri skeyti, so gav Fiskimálaráðið skipinum m/s Grunnabarð eitt royndarloyvi eftir ídnaðarfiski í føroyskum sjógvi. Eitt royndarloyvi har, skuldi tað seinri vísa seg, Fiskimálaráðið hevði sett met í manipulasjón, tá tað snýr seg um at stigbenda lógir og reglur, men sum so saman við Grunnabarð snildisliga eisini kundi brúkast at para við kyrrahavs-veiðuloyvini í Hósvík.

Ræðisavmarking var eisini á hesum skipið, tí tað hevði bert eitt royndarlovyi, sum var avmarkað til royndarveiðu eftir hvítingsbróður. 

Eisini framgongur tað av ræðisavmarkingini, at "Skipið má ikki seljast uttan so, at keyparin góðtekur hesa avmarking í nýtsluni av skipinum.”

Men sum við flest øðrum málum av hesum slag, so luktar øll handfaringin av tí beinleiðis av korrupsjón, ja so illa, at var tað í øðrum landi í okkara parti av heiminum, so vórðu bæði Fiskimálaráðharrin og aðalstjóri hansara loystir úr starvið.

Grunnabarð skuldi bara brúkast sum eitt jarnbrot fyribils. Fyri at gera stutt av, so lá knappliga eitt danskt registrerað ídnaðarskip í tjúkkum mjørka við bryggju i Tórshavn. Og aftur her kom vinar- og kenningarpolitikkurin fram um ræðisavmarkingar og alt annað fjas við lógartekstum o. ø., sum bert tarnaði tí framtakshugaða og kreativa fiskimálaráðharranum.

Tí nú var tað ikki longur suðurhavsfarararnir Athena og Poseidon ella Grunnabarð, tí hokus pokus so var danska ídnaðarskipið Asbjørn Senior við í loyviskarussellini hjá suðurroyarreiðaríunum, sum formliga eiga skipið og í síni tíð fingu royndarloyvi til Grunnabarð, og p/f Thor í Hósvík.

Eg skal ikki lasta hesar framúr dugnaligu reiðarar í Hósvik sum frá botni av hava bygt upp eina stóra fyritøku í olju- og frálandavinnuni. Teir gera ikki annað, enn teir fáa loyvi til. Alment søgdu teir seg hava stuðlað fiskimálaráðharranum so væl, eins og teir høvdu goldið fyri lýsingar í fjølmiðlunum, soleiðis at Fiskimálaráðharrin skuldi fáa so stóra undirtøku sum gjørligt til løgtingsvalið í november 2011.

Nú hava so somu stuðlar Fiskimálaráðharrans keypt 129 fiskidagar frá m/s Barið. Somu fiskidagar sum vóru seldir fyri tveimun árum síðan. Vørn sum nú umsitur hesa skipan, noktaði at geva P/F Thor hetta loyvi júst tí, at hesir fiskidagar ikki kundu seljast tvær ferðir av sama skipið. Tí er tað heilt óskiljandi at Fiskimálaráðharrin undirkennir serfrøði sína Vørn, sum heldur seg til lógina. Tað er tí ein táta, tá Fiskimálaráðharrin sigur seg hava lagt skipanina viðv. fiskiloyvum undir Vørn.

Sum skilst, so ætlar vinar og kenningarreiðaríi hjá Fiskimálaráðharranum at brúka nevndu fiskidagar, soleiðis at reiðaríi nú skal brúka ein kombineraðan línu og trolara til fiskiskapin á Flemish Cap. Við tveimum ólógligum fiskiloyvum úr Stillahavinum hevur nevnda reiðarí fingið serrættindir fram um aðrar í uppisjóarvinnuni fyri 10 tals millionir. Og fyri at konfirmera hesi bæði ólógligu fiskiloyvir,so útskrivaði Fiskimálastyrið eitt royndarloyvið eftir ídnaðarfiski. 

Hesi 65 tonsini sum vóru veidd av ídnaðarfiski skuldu seinri við Fiskimálaráðharrans vælsignilsi vísa seg, at vera eitt sera gott hál. Tí tá ið Fiskimálaráðharrin hevði sett sítt dna á tað endaliga loyvi, varð virðisøkingin túsundfalda hjá suðuroyarreiðaríunum og P/F Thor. Søgur hava gingið um, at P/F Thor hevur selt annað loyvi fyri 30 milliónur.

Sjálvt um Vørn herfyri noktaði P/F Thor at keypa fiskidagarnar hjá M/B Barið, so tileinkisgjørdi Fiskimálaráðharrin teirra avgerð. Sostatt kann nevnda reiðarí ímóti serfrøðini hjá Fiskimálaráðharranum rættuliga gerða seg galdandi, bæði á føroyaleiðini eins og í uppisjóarvinnuni.

Politikkur samgongunar er jú, at teir stóru aktørarnir skulu eta teir smærru. Tað eru vit noydd at góðtaka so leingi henda samgonga situr við valdi. Samstundis mega vit ásanna, at fiskipolitikkur samgongunar meira og meira líkist eini kannilbalisering av okkara fiskiflota. Og ivaleyst kemur tað at broyta fíggjarliga orkuna hjá teimum ymsu kommunum í framtíðini.

Enn einaferð hevur Fiskimálaráðharrin tikið eina álvarsliga avgerð, sum gongur í móti hansara umsiting. Tí nú hevur reiðaríi hjá Grunnabarð so søkt um at fáa eitt varandi loyvi eftir hvitingsbróður, sjálvt um Grunnabarð hesi seinastu3 árini valla hevur fiska fyri olju og útreiðslur. Men sigur reiðaríi, fáa vit innflutningsloyvi til ein bát fyri 30 milliónir krónur, so kunna vit klára at fáa tað til at mala runt, við at fiska hvítingsbróður, ikki sannheit. So ikki nokk við, at Grunnabarð kom inn í uppisjóarflotan uppá ein sera ódámligan hátt, og sum saman við Asbjørn Senior hevur ligið í E.S. sjógvi og roynt eftir uppisjóarfiski í hesum døgum.. Sama reiðarí sum fyri 3 árum síðan var eitt smápartafelag við einumvirðisleysum roydarloyvi sigst nú at hava ræði á 5 skipum til eitt virði ið nærkast 150 milliónum krónum.

Nú hevur so Fiskimálaráðharrin í móti síni umsiting longt royndarloyvi, sum ikki hevur verið fult gagnnýtt í 3 ár. Sostatt er eingin ivi um, at eitt innflutningsloyvi gerst veruleiki til eitt skip sum reiðaríi sigur kemur at kosta 30 milliónir. Er als einki mark fyri hvussu Fiskimálaráðharrin kann kompurerað okkara fiskivinnu. Vágoyggin hevur 2 umboð í samgonguni, eins og eitt landsstyrisumboð.

Hvat siga hesi umboð til, at eitt reiðarí úr Vágum 3 vikur aftaná at P/F Thor fekk makrelloyvi , so fekk reiðaríi í Vágum noktandi svar, sjálvt um bæði reiðarí høvdu púra eins ræðisavmarkingar á sínum skipspapírum. Sambært Fiskimálastyrinum er tað ikki loyvt landskassanum ( føroyska skattgjaldarin) at fáa lut í teimum 10-100 tals milliónum ið vera seld niður í privatar lummar. Lummar sum Fiskimálaraðráðharrin persónliga hevur sett navn á. At kalla Føroyar fyri eitt rættarsamfelag við hesi samgongu,tað er langt úti.

Frank Davidsen