Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Sigrið Sivertsen og Xperiment

- við spennandi og avbjóðandi sjónbandaútgávu 

Ofta hava vit gjøgnum tíðirnar havt lyndi til at seta hvønn annan í bás, men má eg siga, at Sigrið er ein av teimum, ið hevur dugað at bróta slíkar garðar niður. 

Tað eru ivaleyst fleiri, sum hava sett sær spurningin, um tað er “rætt” av einum virknum tónleikari innan samkomulívið, soleiðis at taka í sokallaðan “verðsligan” tónleik og føroysk kvæði, tí er ein ikki “bara” virkin í arbeiðnum, ið er at fáa kristnan boðskap út til fólkið.

Jú, vit eru skjót við peikifingrinum, men er tað ikki eisini nakað serstakt, at vit hava so rík fólk og evnir, sum duga at leggja seg omanfyri tað onnur vilja hava teg at verða og heldur fáa alt at fara upp í eina hægri eind.

Eg eri sera fegin um, at vit hava sæð hesa tilgongdina taka til, tí tað er ongin ivi um, at tað eru tey, sum hava givið eftir fyri slíkum og hava givið skarvin yvir.

Vit vuksu upp í eini tíð, har tað vórðu sett rættiliga avgjørd mørk millum tað standa á einum útimøti á Vaglinum og spæla og at “tora” inn í eitt av sokallaðu dansihølunum – at hoyra góðan føroyskan tónleik.

Góð útgáva
Fyri at koma til seinastu útgávuna hjá Xperiment, eri eg sera fegin um alt tað arbeiðið Sigrið hevur lagt í sangararnar, tí tað gevur eina góða kenslu, at hoyra hesi leggja sína rødd í kvæðið og fáa dansin at ganga væl.

Er tað eitt Sigrið hevur megnað, er tað júst hetta at fáa tað besta fram í einstaka sangaranum, sum fær alla heildina at virka væl saman.

Eg minnist frá tíðini, tá vit fingust nógv við tónleikin, at eg ikki altíð sá ta stóru framtíðina í tí arbeiðnum, men her hevur Sigrið aftur brotið úr nýggjum og torað at givið tí heila størri rúmd.

“Í Gøtu Ein Dag” er sera væl og tignarliga lagt út hondum og vit eiga at taka slíkt arbeiði til okkum.

Ferðavinnan
Mín fyrsti takni var, at hetta er jú einastandandi tilfar til ferðavinnuna, sum eg eisini rokni við at Sigrið og hini hava hugsað um.

Her hava vit nakað av okkara fornskattum, sum er latin í nýggjan hóskandi búna, so hví skal slíkt ikki kunna nýtast í marknaðarføringini av okkara landi og okkara søguligu mentan.

Sera gott arbeiði og gott úrslit!

Fríðálvur A. Jensen