Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

SILOAKÓRIÐ Á KRISTI HIMMALFERÐARDEGI - í fagrastu sól

Seinasta hósdag, Kristi Himmalferðardag í fagrasta sólkskini, bjóðaði Siloakórið til uttandura konsert við mentanarhúsið í heimbygdini Fuglafirði kl.17:00

Kristiliga Tíðindatænastan
v/poul jóhan djurhuus 

Tlf: +298 228314
gjaranes@gmail.com
Skrivað: pjd, Glyvrar 25.05.2020

Fyrraparturin var kjaftsvartur í mjørka og slavikendur, einki innbjóðandi til eina uttandura konsert; men tá seinnaparturin var inni, ruddaði sólin fyri mjørka, og Blábjørg stóðu so reyst upp ímóti bláum skýfríum lofti, meðan fjørðurin lá í silvitni, samstundis sum fólk savnaðust á plássinum við Mentanarhúsið í Fuglafirði, har kórleiðarin Eyðun á Lakjuni hevði boðað til konsert við Siloakórinum. 

Umleið 200 fólk høvdu funnið sær siti- og standipláss á vakra fríøkinum, sum minnir ikki sørt um eitt lítið beskeðið amfiteatur. Eyðun á Lakjuni bjóðaði fólkinum vælkomnum og við tí fór reportuarið í gongd, har ikki færri enn 14 kristiligar sangframførslur vóru á skránni.  

Við ljóðførini vóru beiggjarnir Jóhannes og Dávid Simonsen. Jóhannes við klaverið og Dávid við bassguittaranum. Rógvi á Lakjuni sæt við slagverkið, eisini kallað Percussion. Tríggjar framførslur vóru a-capella, og fimm framførslur vóru stuðlaðar við solorøddum so sum Mariu á Lakjuni, Bárður á Lakjuni og Íslendsku kvinnuni Sólrun Haraldsdóttir, sum hevur búð mong ár í Fuglafirði.  

Tað var Eyðun á Lakjuni, sum stjórnaði kórinum ígjøgnum alt reportuarið, og tá ein tími var farin, takkaði ein væl nøgdur kórleiðari og eitt væl nøgt kór fyri løtuna, samstundis sum øll vóru bjóðaði til ein drekkamunn í Mentanarhúsinum.